Arbeiðsloysi
25. sep 2024
Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í august

Tað er 0,2 prosentstig hægri enn í august mánað í fjør, tá tað var 0,7 prosent.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í august, sum svaraði til 287 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,7 prosent við 201 fulltíðararbeiðsleysum.

[px-graph-1]

Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í august vóru 364 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru 128 fleiri enn í august í fjør.

[px-graph-2]

Arbeiðsloysið størri hjá bæði monnum og kvinnum

Í august vóru 157 fulltíðararbeiðsleysir menn, ið svarar til 1 prosent. Hetta er 0,3 prosentstig hægri samanborið við sama mánað í fjør. Hjá kvinnum var arbeiðsloysið 0,9 prosent ella 129 fulltíðararbeiðsleysar kvinnur. Tað er 0,2 prosentstig hægri samanborið við august í fjør.

[px-graph-3]

Arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir øki. Í august var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,4 prosentum, sum er 0,6 prosentstig lægri í mun til august í fjør. Í øllum hinum økjunum er arbeiðsloysi størri samanborið við í fjør. Suðuroyar øki hevur størsta arbeiðsloysi við 1,7 prosentum, sum er 0,5 prosentstig hægri í mun til august í fjør. 

[px-graph-4]

Størst arbeiðsloysi millum tey 25 til 34 ára gomlu

Av teimum 25 til 34 ára gomlu vóru 1,4 prosent arbeiðsleys í august. Minsta arbeiðsloysið var millum tey 45 til 54 ára gomlu og 55-66 ára gomlu við 0,7 prosentum.   

[px-graph-5]

Ein tíggjundapartur eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Í august vóru 39 persónar ella 10,7 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár. Tað er 1,5 prosentstig lægri samanborið við í fjør, men tíggju persónar fleiri eru langtíðararbeiðsleysir. Í august var størsti bólkurin av arbeiðsleysum tey, sum hava verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar.

[px-graph-6]

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya og hjá hagstovum í londum kring heimin fylgir allýsingum um arbeiðsloysi hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. 
Eftir allýsingini eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í mánaðarligu arbeiðsloysisuppgerðini hjá Hagtovu Føroya eru arbeiðsleys tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum og lúka allýsingina omanfyri.

PX Web Graph News