Arbeiðsloysi
29. okt 2020
Arbeiðsloysið 1,5% í august

Í august var arbeiðsloysið 1,5%, sum er nakað minni enn undanfarnu mánaðirnar. Síðani koronufarsóttin rakti í mars hevur arbeiðsloysið verið uppi á 1,8%.

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið og gongdina í arbeiðsloysinum. Káma strikan vísir arbeiðsloysisprosentið og sterka strikan vísir gongdina ella trendin.

Arbeiðsloysið var 1,5% í august, sum svarar til 454 fulltíðararbeiðsleys. Arbeiðsloysið var til samanberingar 1,1% í august í fjør.

[px-graph-1]

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa arbeiðsloysisprosentið og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin fyri kynini.

Í august var arbeiðsloysið 1,3% hjá monnum og 1,9% hjá kvinnum. Sama mánað í 2019 var tað 1,1% hjá monnum og 1,4% hjá kvinnum.

[px-graph-2]

Myndin niðanfyri vísir arbeiðsloysi eftir øki. Í flestu økjum er arbeiðsloysið millum 1-2%, men í Suðuroy eitt sindur hægri. Í Suðuroy er arbeiðsloysið minkað munandi frá juli til august, úr 6,4% niður í 3,4%.

[px-graph-3]

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið arbeiðsleys. Í august hevði góður helmingur av teim arbeiðsleysu verið arbeiðsleys styttri enn 3 mánaðir. Knøpp 10% høvdu verið langtíðararbeiðsleys, tað vil siga meira enn 1 ár. 

[px-graph-4]

Hví eru arbeiðsloysistølini tveir mánaðir afturút?

Orsøkin til, at arbeiðisloysistølini eru umleið tveir mánaðir afturút, er, at fleiri seinkaðar skrásetingar um tey arbeiðsleysu verða gjørdar, eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað góðar tveir mánaðir, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um arbeiðsloysi

Arbeiðsleys eru uttan nakað arbeiði, eru fult tøk fyri arbeiðsmarknaðin og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Arbeiðsleys eru persónar millum 16-66 ár, sum eru skrásettir sum arbeiðsleysir hjá ALS og Almannaverkinum eftir treytunum omanfyri.

Tvey mát verða brúkt at gera arbeiðsloysið upp: fulltíðararbeiðsloysi og rakt av arbeiðsloysi:

Rakt av arbeiðsloysi: Tal á persónum, sum hava verið arbeiðsleysir 1 dag ella fleiri í mánaðinum.

Fulltíðararbeiðsloysi: Av tí at øll ikki eru arbeiðsleys allar dagar í einum mánaði, verða øll, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsleys.

Arbeiðsloysisprosent: Fulltíðararbeiðsloysið í mun til støddina á arbeiðsfjøldini.

Stutt um trendin

Gongdin er lýst við trendinum, ið vísir rákið í arbeiðsloysinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í arbeiðsloysinum.

PX Web Graph News