Sjúkrahús
03. nov 2021
102 fleiri ársverk í sjúkrahúsverkinum seinastu tíggju árini

Í 2020 vóru nærum 1.100 ársverk í sjúkrahúsverkinum. Tað eru góð 100 fleiri enn tíggju ár frammanundan. Ársverkini hjá læknum vóru 32 fleiri, svarandi til ein vøkstur á 37%. Ársverkini hjá sjúkrarøktarfrøðingum vóru 59 fleiri, ið er ein vøkstur upp á 17%.

Nógv tey flestu ársverkini eiga sjúkrarøktarfrøðingar, sum eru 413 ella 38% av øllum ársverkunum. Læknaársverkini eru 118 ella 11%, onnur heilsustarvsfólk 248 ella 23% og síðani eru øll onnur starvsfólk 309 ársverk ella 28%.

Ársverk í sjúkrahúsverkinum

Býtið er broytt nakað frá 2010 til 2020, soleiðis at lutfalsliga eru fleiri læknar og sjúkrarøktarfrøðingar.

Ársverk í sjúkrahúsinum

Hesi tíggju árini er størsti vøksturin í tali hjá sjúkrarøktarfrøðingum við 59 ársverkum. Men lutfalsliga er størsti vøksturin hjá læknum, har tey 32 ársverkini svara til ein vøkstur á 37%. Hinvegin er ein lítil minking hjá øðrum heilsustarvsfólkum.

Býtið av ársverkum er útgreinað á 15 sáttmálaøki á myndini niðanfyri.

Ársverk skift á sáttmálaøki

Her sæst, at sáttmálaøkið hjá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum er nógv tað størsta. Eisini sæst, at meðan vøkstur er í flestøllum sáttmálaøkjum, so er ein merkisverd stór minking hjá heilsurøktarunum.

Heitini á flestu sáttmálaøkini siga, hvørji starvsøkini fevna um, tó uttan hjá nøkrum fáum.
Hjá Starvsfelagnum fevnir sáttmálaøkið um læknaskrivarar, móttøku, skrivstovufólk og KT-fólk, umframt tey í sjúkraflutningstænastuni.
Tey í arbeiðarafeløgunum starvast við reingerð, vaskarí umframt nøkur arbeiðsfólk.
Tey í akademikara-, búskapar- og løgfrøðinga- og tænastumannafeløgunum eru leiðarar, fulltrúar og sálarfrøðingar.

Í talvuni niðanfyri sæst, at tann stóri vøksturin í ársverkum er í seinnu helvt av tíggjuáraskeiðinum: meðan ársverkini fækkaðu við 11 frá 2010 til 2015, so øktust tey í tali við 113 frá 2015 til 2020. Nærum allur vøksturin hjá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum er í seinnu helvt av tíðarskeiðinum. Hinvegin er minkingin hjá Heilsurøktarafelagnum nærum eins stór bæði frá 2010 til 2015 og frá 2015 til 2020.

Hjá serlæknum er vøksturin javnt stórur alt tíðarskeiðið. Her sæst eisini, at umleið fimta hvørt ársverk hjá serlæknunum er serlæknakonsulentur, og hetta er galdandi í 2010, 2015 og 2020. Serlæknakonsulentar koma úr útlondum og starvast í styttri tíðarskeið í ómannaðum serlæknastørvum ella loysa serlæknauppgávur, sum fólk ikki eru til í føroyska sjúkrahúsverkinum, ella sum avloysarar.
 

t2

Av teimum 1.087 ársverkunum í sjúkrahúsverkinum eru nógv tey flestu, 840 ella 77%, á Landssjúkrahúsinum, 131 ella 12% eru á Klaksvíkar sjúkrahúsi og 115 ella knappliga 11% á Suðuroyar sjúkrahúsi. Av broytingini frá 2010 til 2020 er størsti vøksturin á Landssjúkrahúsinum við 87 ársverkum, har tað er serliga stórur vøkstur av sjúkrarøktarfrøðingum og læknum. Lutfalsliga er vøksturin líka stórur á Suðuroyar sjúkrahúsi, meðan lítil og ongin vøkstur er á Klaksvíkar sjúkrahúsi, har m.a. talið av ársverkum hjá læknum er minkað við einum.

t3

[px-graph-1]

Viðmerking til strikumyndina omanfyri: Í 2010 varð uppgerðarhátturin broyttur. Frammanundan vóru tað sjúkrahúsini, ið bólkaðu starvsfólkini eftir starvsøki. Frá 2010 er uppgerðin grundað á upplýsingar úr Lønarskipan landsins og starvsfólkini eru bólkað eftir sáttmálaøkið. Samstundis eru broytingar gjørdar, so at t.d. sjúkraflutningsfólk og tey í Kost- og føðslufelagnum eru bólkað sum ”onnur heilsustarvsfólk”, og radiografar í sáttmálaøkinum hjá Sjúkrarøktarfrøðingafelagnum. Sí annars viðmerkingar til talvuna í hagtalsgrunninum.

 

PX Web Graph News