Løntakarar
11. mai 2021
27.300 løntakarar í apríl — 2.000 fleiri enn í fjør

Løntakaraskarin var 27.300 í apríl. Tað eru knappir 2.000 fleiri løntakarar enn í apríl í fjør, sum var fyrsti heili mánaður, eftir at landið fór niður í ferð.

Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at hóast tað framvegis leggjast løntakarar afturat løntakaraskaranum, so veksur talið munandi spakuligari, enn tað hevur gjørt. Vøksturin seinastu mánaðirnar er nærum stegaður upp.

[px-graph-1]

Grafurin omanfyri er livandi. Nú er møguligt at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan í tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.

Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. løntakaratalið ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í løntakaratølunum.

Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.

Munurin millum menn og kvinnur tódnar

Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin. 

Í apríl vóru um 13.900 menn og 13.350 kvinnur í løntakaraskaranum. 

Trendurin vísir, at meðan vøksturin í talinum av mannligum løntakarum minkar spakuliga, leggjast kvinnur framvegis afturat løntakaraskaranum. Munurin millum talið av monnum og kvinnum í løntakaraskaranum, ið hevur verið vaksandi í nøkur ár, minkar tí nú aftur.

[px-graph-2]

Vinnugreinar

Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga.

Í 'almennari o.a. tænastu' hevur løntakaratalið verið støðugt vaksandi og vøksturin hevur seinasta árið verið tiltakandi. Lítil minking er hinvegin í løntakaratalinum í privatu tænastuvinnunum. Í byggivinnuni er løntakaratalið farið at minka eftir at hava verið støðugt vaksandi síðani 2014. 

[px-graph-3]

[px-graph-4]

[px-graph-5]

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News