Útflutningur av vørum
13. mai 2020
Útflutningurin til Kina nógv minkaður 1. ársfj.

Útflutningurin í mars var 100 mió. kr. lægri enn í mars í fjør. Hyggja vit bert hyggja at fiskavøruútflutninginum, er minkingin 50 mió. kr., sum er 8%.

Um korona er atvoldin til minkingina er torført at meta um enn, tí helst skulu vit hava tøl fyri apríl eisini, áðrenn vit síggja hvussu umfatandi ávirkanin av stongslinum í nærum øllum heiminum hevur verið.

m1

Kina merkti avleiðingarnar av korona fyrst, og har vórðu tiltøk sett í verk tíðliga í ár. Hyggja vit at útflutninginum fyri 1. ársfjórðing eftir nýtslulandi, er týðiligt at útflutningurin til Kina er minkaður munandi hetta tíðarskeiðið. Vit hava útflutt fyri 65% minni til Kina 1. ársfjórðing samanborið við í fjør. Útflutningurin til USA og Bretland er áleið tann sami hetta tíðarskeiðið.

Í Evropa vórðu tiltøk ikki sett í verk fyrr enn í mars mánaði, og tí kann roknast við, at tá tølini fyri apríl koma, sæst betur, hvør avleiðingiin hevur verið. Frakland og Italia hava verið millum tey harðast raktu londini, og her síggja vit at útflutningurin er minkaður, meðan vit ikki enn síggja tað sama fyri Spania, sum eisini hevur verið hart rakt.

m2