Smásøluvísitøl
26. jun 2020
Sølan av klæðum og fótbúnaði minkað nærum 10 prosent
Ymsu tiltøkini, sum byrjaðu um hálvan mars í ár við endamálinum at basa útbreiðslu av korona-smittu, hava ivaleyst ávirkað samfelagið á ymsan hátt, og ein viðkomandi spurningur at seta sær í hesum tíðum vil vera, um keypshugur og nýtslumynstur hjá húsarhaldunum broytist. Seinast dagførdu hagtølini um smásølu fevna tó um tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár, har tiltøk til tess at basa korona-smittu vóru galdandi í minni parti av tíðarskeiðinum. At millum annað ávísir handlar valdu at steingja frá hálvum mars, sæst uttan iva aftur í hesum tølunum.
Serliga merkisvert í hesum hagtølunum er, at umsetningurin av klædnavørum og fótbúnaði var nærum 10 prosent minni 1. ársfjórðing í ár í mun til sama ársfjórðing í fjør. Eftir støðugan miðalprís seinastu 10 árini, er miðalprísurin seinasta árið øktur nakað, og verður hædd tikin fyri hesum prísvøkstri, er mongdin av seldum vørum í hesum vørubólki 12 prosent minni 1. ársfjórðing í ár samanborið við 1. ársfjórðing í fjør.
Umsetningurin fyri vørubólkin matur og alkoholfríar drykkjuvørur vísir hinvegin ein vøkstur á 12 prosent frá 1. ársfjórðingi 2019 til 1. ársfjórðing í ár. Prísir á hesum vørum eru øktir í miðal 2,6 prosent og umroknað til mongdir hevur vøksturin verið 9 prosent.
Vøksturin í sølu av húsbúnaði og húsarhaldsútgerð hevur seinastu umleið 10 árini verið størri enn sølan av klædna- og matvørum. Fyri henda vørubólkin eru prísirnir seinastu 10 árini í miðal eisini minkaðir, so umroknað til mongdir, er munandi meira selt at hesum vørum í mun til aðrar smásøluvørur. Fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð vísa seinastu tølini, eins og við mati og drykkjuvørum, lutfalsligan stóran árligan vøkstur á 7 prosent í søluni frá 1. ársfjórðingi 2019 til 1. ársfjórðing 2020.
Dagførdu tølini fyri smásøluna eru at finna í hagtalsgrunninum.