Arbeiðsloysi
25. mar 2025
Arbeiðsloysið var 1,1 prosent í februar

Í februar var arbeiðsloysið 1,1 prosent, sum er 0,1 minni samanborið við sama mánað í fjør.
[px-graph-1]
Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur.
Í februar vóru 320 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 37 færri enn árið fyri. 387 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 52 færri enn í februar árið fyri.
[px-graph-2]
Arbeiðsloysið er lægri hjá kvinnum
Í februar vóru 145 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 36 færri samanborið við í fjør. Í fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 118, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er 0,2 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri.
242 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 16 færri enn í februar í fjør. Arbeiðsloysið hjá teimum var 1,2 prosent við 202 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri.
[px-graph-3]
Sandoyar øki minst arbeiðsloysi
Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í februar var arbeiðsloysið minst í Sandoyar øki við 0,4 prosentum. Tað er 0,8 prosentstig lægri enn februar í fjør. Størsta arbeiðsloysið i februar var í Suðuroyar øki við 1,5 prosentum. Hetta er 1,2 prosentstig lægri enn í fjør. Norðoya øki hevði sum tað einasta eitt hægri arbeiðsloysi í februar í ár enn í fjør.
Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
[px-graph-4]
Arbeiðsloysið minst hjá teimum 45-54 ára gomlu
Størsta arbeiðsloysið var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,3 prosentum. Hetta er 0,3 prosentstig lægri enn í fjør. Minsta arbeiðsloysið var hjá teimum 45 til 54 ára gomlu við 0,8 prosentum. Hetta er 0,2 prosent minni enn í fjør. Størsta broytingin er hjá teimum ungu í aldrinum 16 til 24 ár, har arbeiðsloysið var 0,5 prosentstig lægri í februar í ár samanborið við í fjør.
[px-graph-5]
Ellivu prosent eru langtíðararbeiðsleys
Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, næstan 28 prosent ella 108 persónar, av teimum arbeiðsleysu í februar høvdu verið arbeiðsleys millum 90 til 179 dagar.
Í februar vóru 43 persónar ella 11,1 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Átta persónar fleiri vóru langtíðararbeiðsleysir í februar samanborið við sama mánað í fjør. Tá var teirra býti av teimum arbeiðsleysu átta prosent.
[px-graph-6]
Arbeiðsloysi sum hugtak
Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?
Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.
Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.