Arbeiðsfjøld
17. nov 2023
Kanning: Eru vit framvegis líka virkin á arbeiðsmarknaðinum?

Í viku 47 frá 20. til 25. november ger Hagstova Føroya árligu arbeiðsfjøldarkanningina fyri 2023.

Í 2022 vóru 32.855 fólk í føroysku arbeiðsfjøldini ella 84,9% í Føroyum. Vinnutíttleikin í Føroyum hevur verið tann størsti í Evropa í nógv ár, við Íslandi næst aftanfyri. 

M4

Arbeiðsfjøldin telur, hvussu nógv fólk kunnu veita arbeiðsmegi av teimum, ið eru búsitandi í Føroyum og eru millum 15-74 ár. Seinastu kanningarnar hava víst, at vinnutíttleikin er høgur í øllum aldrum, frá ungum til tey eldru.

M1

Ein partur av grundarlagnum undir hagtølunum eru viðtalskanningar umvegis telefon, og á hvørjum ári verða á leið 1.000 fólk uppringd av Hagstovuni, ung sum eldri. Telefonnummarið hjá Hagstovuni, sum ringt verður út við, er 352803.

Arbeiðsfjøldarhagtølini verða gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum International Labour Organization undir Sameindu Tjóðum. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini eru sambærlig við tølini hjá hagstovum í øðrum londum.

Tú kanst lesa meira um kanningina her.