Fólkatal
11. Mai 2023
Stívliga 54.350 fólk búðu í Føroyum 1. apríl - vøksturin er 1,1%
Fólkatalið veksur framvegis, men seinastu mánaðirnar er fólkavøksturin minkaður nógv. Hetta sæst aftur í myndini niðanfyri, sum vísir gongdina í fókatalinum. Serliga er tað minkingin í burðaravlopinum, sum hevur ávirkað fólkavøksturin negativt seinastu mánaðirnar. Nú er gongdin í burðaravlopið tó møguliga við at venda. Gongdin í deyðatalinum er minkandi aftur, og tað veksur spakuliga um burðaravlopið.
[px-graph-1]
Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting, og burðaravlopi, sum er munurin millum fødd og deyð. Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 187 fólk og eini nettoflyting á 382 fólk. Talvan niðanfyri vísir, at samanborið við undanfarna tíðarskeið er burðaravlopið vaksið eitt vet. Vøksturin kemur serliga av, at færri eru deyð enn í undanfarna tíðarskeiði. Nettoflytingin er minkað nakað í mun til undanfarna tíðarskeið. Minkingin kemur serliga av, at fleiri eru flutt av landinum.
Lítil minking í nettoflytingini
Síðani 2020 hevur lutfalsliga stórur vøkstur verið í bæði tilflyting og fráflyting. Fram til síðsta heyst vóru trendarnir nærum javnfjarir og vøksturin eins stórur í til- og fráflyting. Men síðani í heyst er tilflytingin minkað nakað samstundis sum gongdin í fráflytingini hevur verið meira støðug. Nettoflytingin er tí minkað eitt sindur. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í til- og fráflytingini.
[px-graph-2]
Lítil vøkstur í burðaravlopinum
Deyðatalið, sum hevur verið sera støðugt seinastu mongu árini, var fyrru helvt av 2022 óvanliga høgt. Saman við lága føðitalinum minkaði tað nógv um burðaravlopið. Seinastu mánaðirnar hevur gongdin í deyðatalinum tó verið minkandi aftur. Saman við støðugu gongdini í føðitalinum seinastu mánaðirnar veksur tað spakuliga um burðaravlopið. Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í føði- og deyðatalinum.
[px-graph-3]
Vøkstur í flestu kommunurnar
Fólkavøkstur var í 18 av teimum 29 kommununum seinasta árið. Størsti vøksturin var í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu, meðan fólkatalið minkaði mest í Eysturkommunu og Hvalbiar kommunu.
Bygdirnar við størsta fólkavøkstri vóru Tórshavn, Hoyvík, Strendur, Argir og Klaksvík. Fólkatalið minkaði mest í Leirvík, Kollafirði og Hvalba.
Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. apríl 2022 og 2023.
[px-graph-4]
Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.
Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.