Starvsfólk
11. feb 2022
26.800 løntakarar í januar — 1,2% fleiri enn í fjør
Samanborið við sama mánað í fjør er tó øðrvísi. Í januar-mánað í ár vóru stívliga 400 fleiri løntakarar í mun til januar í fjør. Tað svarar til ein vøkstur upp á 1,2%.
Trendurin, sum lýsir rákið í løntakaratalinum, vísir, at vøksturin sum seinastu mánaðirnar hevur verið avmarkaður, tykist nú aftur at vera tiltakandi.
[px-graph-1]
Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá landið var farið niður í ferð.
Bæði fleiri menn og kvinnur í løntakaraskaranum
Myndin niðanfyri vísir løntakaratalið fyri bæði kyn. Kámu strikurnar vísa løntakararnar í tali, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Í januar vóru 13.600 menn og 13.200 kvinnur í løntakaraskaranum. Tað er um 200 fleiri menn og 200 fleiri kvinnur enn sama mánað árið fyri.
50,8% av løntakaraskaranum eru menn og 49,2% eru kvinnur.
[px-graph-2]
Gongdin ymisk í vinnugreinunum
Tær báðar myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinunum mánaðarliga.
Trendurin vísir ein javnan vøkstur í 'almennari o.a. tænastu' og 'privatu tænastuvinnunum'. Løntakarararnir í 'privatu tænastuvinnunum' eru nú fleiri, enn teir vóru áðrenn koronufarsóttin rakti. Í byggivinnuni minkar løntakaratalið.
[px-graph-3]
[px-graph-4]
Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar.
[px-graph-5]
Stutt um løntakarar
Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um vinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.