Arbeiðsloysi
25. aug 2025
Arbeiðsloysið var 1 prosent í juli

Hetta er 0,1 prosentstig lægri enn árið fyri. Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum, og yngsti aldursbólkur hevur minst arbeiðsloysið.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.

Í juli var arbeiðsloysið 1 prosent, sum er 0,1 prosentstig lægri samanborið við sama mánað í fjør.

[px-graph-1]

Fulltíðararbeiðsleys er talið av teimum, sum eru rakt av arbeiðsloysi, umroknað til fulltíðararbeiðsloysi. Til dømis telja tveir persónar, sum hava verið arbeiðsleysir í ein hálvan mánað hvør, samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur persónur.

Í juli vóru 311 fulltíðararbeiðsleys, sum eru 41 færri enn juli í fjør. 356 persónar vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 32 færri enn í sama mánað árið fyri. 

[px-graph-2]

Arbeiðsloysið er minni hjá kvinnum 

Í juli vóru 133 kvinnur raktar av arbeiðsloysi, sum eru 42 færri samanborið við juli í fjør. Í fulltíðararbeiðsloysi svaraðu tær til 118, sum er eitt arbeiðsloysi á 0,8 prosent. Hetta er 0,3 prosentstig lægri samanborið við sama mánað árið fyri. 

223 menn vóru raktir av arbeiðsloysi, sum eru 10 fleiri enn í juli í fjør. Arbeiðsloysið hjá teimum var 1,2 prosent við 193 fulltíðararbeiðsleysum monnum. Hetta er 0,1 prosentstig hægri samanborið við sama mánað árið fyri.

[px-graph-3]

Norðoya øki minst arbeiðsloysi

Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir bústaðarøki. Í juli var arbeiðsloysið minst í Norðoya øki við 0,6 prosentum. Tað er 0,3 prosentstig lægri enn juli í fjør. Størsta arbeiðsloysið var í Suðuroyar øki við 2,5 prosentum. Hetta er óbroytt samanborið við sama mánað í fjør.

Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki

[px-graph-4]

Arbeiðsloysið minst í yngsta aldursbólkinum

Størsta arbeiðsloysið í juli var millum tey 25-34 ára gomlu við 1,5 prosentum. Minsta arbeiðsloysið var hjá teimum í aldrunum 16 til 24 ár við 0,7 prosentum, sum er lækkað við 0,5 prosentstigum samanborið við sama mánað í fjør.  

[px-graph-5]

Sløk trettan prosent eru langtíðararbeiðsleys

Myndin niðanfyri vísir, hvussu leingi fólk hava verið rakt av arbeiðsloysi. Størsti bólkur, góð 33 prosent ella 118 persónar, av teimum arbeiðsleysu í juli høvdu verið arbeiðsleys millum 30 til 89 dagar. 

Í juli vóru 45 persónar ella sløk 13 prosent av teimum arbeiðsleysu langtíðararbeiðsleys. Tað vil siga, at tey hava verið arbeiðsleys í longur enn eitt ár (365+ dagar). Níggju persónar fleiri vóru langtíðararbeiðsleysir í juli samanborið við sama mánað í fjør. Tá var teirra býti av teimum arbeiðsleysu 9 prosent. 

[px-graph-6]

Arbeiðsloysi sum hugtak

Arbeiðsloysi sum hagfrøðiligt hugtak byggir á altjóða hugtakið hjá International Labour Organisation (ILO), sum er stovnur undir Sameindu Tjóðum. Eftir hugtakinum eru arbeiðsleys tey, sum ikki hava nakað arbeiði, eru fult tøk á arbeiðsmarknaðinum og eru virkin arbeiðssøkjandi. 

Hvussu verður arbeiðsloysi uppgjørt hagfrøðiliga?

Keldan til arbeiðsloysisuppgerðina eru tey, sum eru skrásett hjá Arbeiðsloysisskipanini og Almannaverkinum og lúka omanfyri nevndu treytir. Keldurnar, og harvið arbeiðsloysisuppgerðin hjá Hagstovu Føroya, fevna bert um persónar í aldrinum 16-66 ár.

Skulu altjóða samanberingar gerast, er tað arbeiðsloysið frá kanningini av arbeiðsmegi, sum skal brúkast. Sí Arbeiðsmegi, kanning.

 

PX Web Graph News