20. sep 2023
Hagfrøðingur til Hagstovu Føroya — burðardygd, orka og umhvørvi

Hagstovan framleiðir hagtøl, sum taka pulsin á føroyska samfelagnum.

Vit leggja okkum áhaldandi eftir at víðka um verandi hagtalsframleiðslur og menna nýggjar, og nú leita vit eftir nærløgdum starvsfelaga at framleiða og menna hagtøl, serliga innan burðardygd, orku og umhvørvi. Hagtøl til burðardyggu heimsmálini hjá Sameindu Tjóðum verða partur av hesum arbeiði, tó at starvið ikki er avmarkað til hetta økið.

Um teg

Tú hevur longri samfelagsfrøðiliga ella búskaparfrøðiliga útbúgving, har tú kanst vísa á, at tú í útbúgvingini hevur lagt dent á hagfrøði.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við hagtalsframleiðslu og kennir til hagtalsframleiðsluviðgerð, umframt royndir í forritan, t.d. í R ella líknandi forritanarmálum. Hevur tú royndir við amboðum, so sum Power BI og kunnleika til SQL og dátugrunnar, er hetta eisini ein fyrimunur.

Hagtølini á Hagstovuni byggja á altjóða ásetingar, so tølini eru sambærlig við onnur lond. Starvið krevur, at tú megnar at seta seg inn í neyðugar allýsingar, hugtøk, flokkingar og hagfrøðilig háttaløg. Vit vænta ikki, at tú hevur innlit í almenna hagtalsframleiðslu, men vil læra teg tey.

Hagtøl hava stóran fólksligan áhuga. Tað er tí neyðugt, at tú dugir væl at samskifta, bæði skrivliga og munnliga. Ein partur av arbeiðinum er eisini at samskifta og gera samrøður við fjølmiðlar.Tað er tí væntað, at tú ert sinnað/ur at menna tínar samskiftis- og miðlaførleikar.

Tað hevur týdning, at tú ert ein pragmatiskur liðspælari og trívist væl at arbeiða í einum tvørfakligum umhvørvi. Vit vænta, at tú dugir at fara niður í smálutir, men samstundis hevur yvirskipaðu heildina í huga. Tú ert fyrikomandi, forvitin, spyrt tá tú ikki veitst, dámar væl fakligar avbjóðingar og ert opin fyri áhaldandi førleikamenning.

Setanar- og lønartreytir

Starvið verður sett eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.

Umsókn

Send umsókn við prógvum, lívsrensli og øðrum viðkomandi skjølum til starv@hagstova.fo og skriva “Hagfrøðingur” sum evni.

Fleiri upplýsingar fært tú við at venda tær til Kára Holm Johannesen, deildarleiðara á Hagdeildini, á 352809 ella á khj@hagstova.fo.

Umsóknarfreistin er sunnudagin 8. oktober 2023 á midnátt.