Tilfarsstreymar
24. jun 2022
Brúka nógv tilfar í Føroyum

Føroyar eru tað landið í Evropa, ið nýtir mest tilfar fyri hvønn íbúgva. 

Hagstova Føroya hevur nú gjørt upp, hvussu stór nøgd av tilfari verður brúkt í føroyska búskapinum.

Tilfar í føroyska búskapin kemur inn sum innflutningur ella beinleiðis úr føroysku náttúruni. Nakað av tilfari verður útflutt, meðan tað sum eftir er, verður brúkt í føroyska búskapinum. 

Úr føroysku náttúrini telur bert tilfeingi við, sum kemur beinleiðis úr náttúruni, til dømis veiddur fiskur, grót og gras. Fyri ikki at telja sama tilfar við fleiri ferðir, verður eitt nú seyður og alifiskur ikki tikin við, tí hesi brúka innflutt tilfar og føroyskt tilfeingi.

Mesta tilfarið, ið verður tikið úr føroysku nátturini, er lívmegn (biomassi). Í 2020 vóru 700 túsund tons av lívmegni (biomassa) tikin úr náttúruni. Tað fevnir um føroysku fiskiveiðuna, umframt nakað av stráfóðuri og biti hjá seyði. 232 túsund tons var innflutt, ið fevnir millum annað um matvørur, fóður og timbur. 517 túsund tons av lívmegni var útflutt. Sostatt vóru 416 túsund tons brúkt í føroyska búskapinum.

Næststørsti bólkur er ikki-metalkend mineral. Í talvuni niðanfyri sæst, at 482 túsund tons av ikki-metalkendum mineralum vóru tikin úr føroysku náttúrini og 561 túsund tons vóru innflutt. Av ikki-metalkendum mineralum er tað mesta grót, sum verður tikið burtur úr føroysku náttúruni. Innflutningurin er mest sandur og grót. Nærum einki var útflutt, so 1.042 túsund tons vóru í 2020 brúkt í føroyska búskapinum.

Tað mesta av lívrunnum brennievni verður innflutt, og fevnir mest um bensin og brenniolju. 

T1

Myndin niðanfyri vísir, at innlendis tilfarsnýtslan hækkaði við 231 túsund tonsum ella 15% frá 2019 til 2020. Størsta hækkingin stavar frá nýtsluni av sandi og gróti.

[px-graph-1]

Hagstova Føroya hevur gjørt tilfarsstreymarnar upp aftur til 1998. Tað sæst, at innlendis tilfarsnýtslan nú er hægri, enn hon var beint áðrenn fíggjarkreppuna. Tilfarsnýtslan fyri hvønn íbúgva setur eisini met í 2020. 

[px-graph-2]

[px-graph-3]

Um hugt verður at býtinum av ymsa tilfarinum, sæst at grót er tað tilfarið, ið brúkt verður mest av.

[px-graph-4]

Samanborið við onnur lond brúka Føroyar nógv tilfar. Í 2020 lógu Føroyar hægst av londunum í Evropa við 34 tonsum fyri hvønn íbúgva.

M1

 

Uppgerðin av tilfarsnýtslu verður á enskum kallað Economy-wide Material Flow Accounts (EW-MFA). Uppgerðin lýsir materiella samanhangin millum búskapin og umhvørvið og flutningin av tilfari millum føroyska búskapin og aðrar búskapir.

Talvan gevur eitt yvirlit yvir nøgdina av ymiskum tilfari, sum verður tikið úr náttúruni, ella verður innflutt til nýtslu í Føroyum, og nøgd av ymsum tilfari, sum verður útflutt aftur.

Tilfarsstreymar:

  • Føroysk tilfeingisnýtsla er tað, sum veður tikið burtur úr føroysku náttúruni. Tær størstu nøgdirnar stava frá fiski úr havinum og gróti úr grótbrotum. Eisini eru mett tøl fyri velt grønmeti, stráfóður og bit.
  • Inn- og útflutningur er samlaði inn- og útflutningurin úr útlondum í tonsum. Allar vørur verða flokkaðar eftir hvørjum tilfari tær (mest) eru gjørdar úr. T.d. verða bilar flokkaðir sum “2.3 Aðrar framleiðslur úr metali”.
  • Beinleiðis nýtsla er tilfar sum fer inn í føroyska búskapin, antin beinleiðis úr føroysku náttúruni ella innflutt tilfar.
  • Innlendis tilfarsnýtsla er tilfar sum fer inn í búskapin (beinleiðis nýtsla) frádrigið tilfar sum fer úr búskapinum sum útflutningur.
  • Tilfarshandilsjavni er innflutt tilfar frádrigið útflutt tilfar.

Tilfarið verður flokkað í nakrar høvuðsbólkar:

  • Lívmegn (biomassi), sum er lívfrøðiligt tilfar. Hetta er t.d. fiskur, gras, grønmeti, timbur o.a.
  • Metalkend steinsløg, sum eru vørur, har mesta tilfari er metalkent. Hetta er eitt nú maskinur, bilar, súkklur o.l.
  • Ikki-metalkend steinsløg, ið eru vørur so sum grót, sandur, byggitilfar sum ikki er jarn ella træ o.l.
  • Lívrunnið brennievni, er eitt nú brenniolja og bensin.
  • Aðrar framleiðslur, eru vørur har tilfarið er blandað
  • Burturkast

Sí meira um innlendis tilfarsnýtslu ávísan hjá Føroyum og øðrum londum á SDG síðuni 

PX Web Graph News
Viðm.: Annað tilfar fevnir um brennievni, metal, burturkast o.a.