Landbúnaður
08. apr 2022
Stór miðsavning av landbúnaðargørðum síðstu 10 árini

Mjólkarframleiðslan vaks 10% síðstu tíggju árini – men garðarnir við mjólkkúm, ið vóru 28 í 2012, vóru 16 í 2021. Hesi tíggju árini var eisini framleitt eitt sindur meira av neytakjøti.

Framleiðslan í landbúnaðarvinnuni er ikki nógv økt síðstu tíggju árini. Í 2012 var mjólkarframleiðslan 6,8 milliónir litrar frá 1.138 mjólkkúm og í 2021 var hon 7,5 milliónir litrar frá 1.147 mjólkkúm. Framleiðslan av neytakjøti var 46 tons frá 153 neytum í 2012 og 64 tons frá 203 neytum í 2021.

Hendan uppgerðin fevnir bert um tann skrásetta partin av vinnuliga landbúnaðinum, ið fevnir um framleiðsluna av mjólk og neytakjøti. 

Mjólkkýrnar vóru mest sum líka nógvar í 2021 sum tíggju ár frammanundan – einans 9 fleiri í 2021. Men tær hava mjólkað meira, frá 6.000 litrum fyri hvørja kúgv í 2012 til 6.600 litrar í 2021.

[px-graph-1]

Tað er framleitt nakað meira av neytakjøti hesi tíggju árini. Í 2012 var úrtøkan 46 tons og tá vórðu slaktað 153 neyt, og í 2021 var hon 64 tons og slaktað vórðu 203 neyt.

[px-graph-2]

Landafrøðiliga hava verið stórar broytingar hesi tíggju árini sum sæst í talvuni niðanfyri, ið vísir hvussu nógvir garðar við mjólkkúm, hvussu nógvar mjólkkýr eru og hvussu úrtøkan er broytt hesi tíggju árini.

Garðarnir við mjólkkúm eru fækkaðir úr 28 niður í 16. 7 av teimum eru nú í Streymoyar sýslu, 4 í Eysturoyar, 4 í Sandoyar og 1 í Norðoya sýslu.

Í Vága og Suðuroyar sýslu er ongin garður longur við mjólkkúm.

Garðarnir eru sostatt blivnir munandi størri. Hetta sæst m.a. tá vit rokna nøgdina av innvigaðari mjólk fyri hvønn garð. Tá er nøgdin vaksin við 93% fyri alt landið. Serliga stórur er vøksturin fyri hvønn garð í Norðoya og Streymoyar sýslum.

t1

PX Web Graph News