Løgreglumál
20. apr 2023
Færri fongslað, men fleiri fongsulsdagar og fleiri rúsevnismál
Fýra tey fyrstu árini eftir aldarskiftið vaks talið av fongslaðum og varðhaldsfongslaðum úr 100 upp í umleið 150 árliga, men er síðani minkað støðugt og var komið niður í 57 í 2022. Tó sæst, at talið av fongsulsdøgum ikki er minkað samsvarandi ,og serliga hesi síðstu fýra árini vísir gongdin ein uppgangandi trend mótvegis tali av fongslaðum persónum. Í 2016 var talið av fongsulsdøgum stívliga 3.000, men í 2022 varð talið komið upp um 4.600.
[px-graph-2]
Fyri 21-22 árum síðani vórðu fráboðað 55 brot á rúsevnislógina. Síðani er hetta talið vaksið munandi, serliga síðani 2012, og var umleið 120-130 fýra tey síðstu árini.
[px-graph-3]
Fráboðað brot á arbeiðsverndarlógina vísa eina misjavna gongd. Tey vóru 36 bæði í 2001 og 2002, men fækka niður í færri enn 10 í miðal árini 2004-2012, fyri síðani aftur at hækka nakað tey síðstu árini til 24 í 2022.
[px-graph-3]
Brotini á vápnalógina vóru minkandi heilt fram til bert eitt í 2010, men eru síðani vaksin sera nógv heilt upp í 47 í 2021 fyri síðani at minka aftur niður í 22 í 2022.
[px-graph-4]