Nøvn
01. sep 2021
Elias og Vár vóru best umtóktu nøvnini til børn fødd í 2020

Nøvnini Maria og Jákup eru framvegis vanligastu nøvnini í Føroyum.

🔎 Her kanst tú leita eftir nøvnum

Best umtókta navnið til gentur, føddar í 2020, var Vár. Í aðru røð vóru tað Aria, Eir, Emma, Hanna, Lilja, Lív og Tóra. Samanborið við 2001, sum er byrjanarárið fyri navnauppgerðina, eru fleiri av hesum nøvnunum nýggj. Tó var Vár best umtókta navnið bæði í 2001 og 2020. Onnur vælumtókt gentunøvn í 2020 vóru Barba, Lóa, Nora, Olivia og Ranja.

Best umtókta dreingjanavnið í 2020 var Elias. Síðani komu nøvnini Benjamin, Levi, Lukas, Brandur, Hákun og Mattias. Onnur vælumtókt dreingjanøvn í 2020 vóru Filip, Bartal, Liam og Silas.

Millum tey sum búðu í Føroyum 1. januar í ár vóru Maria, Anna og Annika tey vanligastu konufólkanøvnini. Síðani koma vælkend nøvn sum Marjun, Katrin, Beinta og Rannvá.
Hjá mannfólki hava nøvnini Jákup og Jógvan ligið sum nummar eitt og tvey síðani 2001. Somuleiðis hava Rúni, Bárður, Martin, Høgni og Magnus verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár.

Nøvn, sum eru løgd afturat síðan 2001 og eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Nóa, Liam, Bragi og Mika hjá mannfólki og Ranja, Brá, Vón og Ria hjá konufólki.

Dupultnøvnini eru ikki líka vanlig, sum tey hava verið. Millum 100 tey mest vanligu konufólkanøvnini í 2020 vóru einans tvey dupultnøvn, Anna Maria og Anna Sofía, og millum mannfólkanøvnini var bert eitt dupultnavn, Hans Jacob.

 

Stutt um nøvn

Uppgerðin fevnir um fornøvn (1. navn ella 1. og 2. navn) á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.