BTÚ og høvuðstøl
08. okt 2024
2,5 prosent realur búskaparvøkstur í 2023

Tað er framvegis vøkstur í føroyska búskapinum, meðan stígur hevur verið í fleiri evropeiskum búskapum. Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 2,5 prosent í 2023.

Bruttotjóðarúrtøkan er mát fyri samlaðu virðisskapanina í einum landi. Tá bruttotjóðarúrtøkan er gjørd upp í føstum prísum, ber til at máta, um mongdin av framleiddum vørum og tænastum veksur ella minkar, uttan mun til prísgongdina. Árliga broytingin í bruttotjóðarúrtøkuni í føstum prísum er mátið fyri realan búskaparvøkstur.

Framvegis framgongd í føroyska búskapinum

Bruttotjóðarúrtøkan í føstum prísum vaks 2,5 prosent í 2023. Føroyski búskapurin kom væl fyri seg eftir altjóða afturgongdina, sum stóðst av koronufarsóttini. Búskaparvøksturin hevur ligið omanfyri trý prosent bæði í 2021 og 2022. Sostatt er ferðin á búskapinum ikki eins høg nú, sum hon hevur verið. 

[px-graph-1]

Stígur í fleiri evropeiskum búskapum

Til ber at sammeta gongdina í føroyska búskapinum við búskapargongdina í øðrum londum. Vøksturin í føroyska búskapinum á 2,5 prosent er størri, enn hann var í øðrum evropeiskum londum í 2023, tó undantikið í Ísland, sum hevði ein enn størri vøkstur á 5,0 prosent. Miðal búskaparvøksturin fyri ES-lond var 0,4 prosent í 2023.

[px-graph-3]

Stígur hevur eisini verið í norska búskapinum í 2023 vøksturin var 0,5 prosent. Meðan Finnland og Svøríki hava havt afturgongd í búskapinum í 2023. Búskaparvøksturin í Danmark var hin sami, sum í Føroyum, nevniliga 2,5 prosent.

Tilfeingisvinnan størst vakstrarískoyti

Myndin niðanfyri vísir vakstrarískoytið býtt á yvirskipaðu vinnubólkarnar árini 2011 til 2023. Her sæst, hvussu stóra ávirkan gongdin í ymsu vinnugreinabólkunum hava á samlaðu árligu broytingina í realu bruttovirðisøkingini. Allir tríggir høvuðsvinnugreinabólkarnir høvdu positivt vakstrarískoyti til realu virðisøkingina í 2023.

Fleiri tilfeingisvinnurnar stóðu seg væl í 2023, og vakstrarískoytið hjá tilfeingisvinnunum var 1,6 prosent. Tað svarar til oman fyri helmingin av virðisøkingini í 2023. Heildarveiðan av uppsjóvarfiski vaks í 2023, meðan tøkan í alivinnuni minkaði.

[px-graph-3]       
 

Vakstrarískoytið frá tænastuvinnuni var 1,0 prosent í 2023. Her var tað sjóflutningur, ið gav størst íkast. Framleiðsluvinnan hevur havt vakstrarískoyti á 0,5 prosent í 2023. Byggivinnan gav størst íkast til realu virðisøkingina í framleiðsluvinnuni.

BTÚ í ársins prísum nærkast 27 milliardum krónum

Stórur prísvøkstur hevur sett sín dám á 2023. Tað sæst aftur í, at bruttotjóðarúrtøkan mátað í ársins prísum vaks heili 6,7 prosent ella slakar 1,7 milliardir krónur. Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum er sostatt næstan 26,9 milliardir krónur í 2023. Tað er 496 túsund krónur fyri hvønn íbúgva.

[px-graph-2]

Stutt um tjóðarroknskapin

Tjóðarroknskapurin er bæði ein heildarmynd av búskapinum, ein sundurgreinað lýsing av viðskiftum millum búskaparligu geirarnar í samfelagnum, umframt viðskifti Føroya við umheimin. Bruttotjóðarúrtøkan, ið er mát fyri samlaðu virðisskapanina í landinum eitt ávíst tíðarskeið, er eitt av lyklatølunum í tjóðarroknskapinum.

Tjóðarroknskaparmát í føstum og ársins prísum

Til ymisk endamál kann tað hava størri týdning at síggja mongdarbroytingar í tjóðarroknskapinum heldur enn gongdina í ársins prísum. 

Bruttotjóðarúrtøkan (BTÚ) og bruttovirðisøkingin (BVØ) í føstum prísum og realur búskaparvøkstur

BTÚ og BVØ kunnu gerast upp í føstum prísum (leinkjað virði) fyri at lýsa mongdarbroytingar. Tá er prísvøkstur drigin frá. Gongdin í BTÚ í føstum prísum (leinkjað virði) er mát fyri búskaparliga realvøksturin. 

Fastir prísir (leinkjað virði) er ein mongdaruppgerð, har vektargrundarlagið broytist so hvørt og er grundað á prísirnir í árinum fyri. Leinkjað verður við nýggjum støðisárið leypandi hvørt ár, men tilvísingarárið er tað sama.

BTÚ í ársins prísum

BTÚ gjørd upp í ársins prísum merkir, at BTÚ er mátað í galdandi prísum í árinum.

Vakstrarískoyti vísir ískoyti frá vinnugreinabólkunum til broytingina í samlaðu virðisøkingini.

Tjóðarroknskapurin við smærri rættingum

Í samband við útgávu av tjóðarroknskapinum frá í ár var gjørd ein minni endurskoðan av tjóðarroknskapinum fyri árini frá 2020 til 2022 í samband við at fleiri og neyvari hagtøl gerast tøk. Ávirkanin av hesum er ymisk frá einum ári til annað, men yvirskipað er myndin óbroytt. 

PX Web Graph News
Viðm.: Fastir prísir (leinkjað virði)