Løgreglumál
22. apr 2021
Færri fongslað, men fleiri brot á rúsevnis- og vápnalóg

Hesi síðstu tvey áratíggjuni eru færri fongslað og varðhaldsfongslað, men talið av fongsulsdøgum er ikki minkað samsvarandi. Brotini á rúsevnislóg og vápnalóg eru blivin fleiri.

Fýra tey fyrstu árini eftir aldarskiftið vaks talið av fongslaðum og varðhaldsfongslaðum úr 100 upp í umleið 150 árliga, men er síðani minkað støðugt og var komið niður í 40 í 2020. Tó sæst, at talið av fongsulsdøgum ikki er minkað samsvarandi og serliga hesi síðstu fýra árini vísir gongdin ein uppgangandi trend í tali av fongslaðum persónum.

"

Brotini á rúsevnislógina, ið vóru gott 50 fyri 20 árum síðani, eru vaksin munandi, serliga síðani 2012, so nú eru meira enn tvífaldað.

Brotini á arbeiðsverndarlógina vísa eina misjavna gongd. Tey vóru 36 bæði í 2001 og 2002, men hava síðani lagt seg á eitt støði millum 10 og 15 brot um árið.

Brotini á vápnalógina lógu eini 10 um árið fram til 2010, men eru síðani vaksin líka upp í 46 í 2020 og eru harvið fimmfaldað seinastu 10 árini.