Útflutningur av vørum
18. okt 2023
Útflutningurin av fiskavørum vaksin 7 prosent

Fyrstu átta mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 7,8 milliardir krónur. Tað eru 491 milliónir krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022.

Útflutningurin fyrstu átta mánaðirnar av 2023 er gjørdur upp, og samlað er útflutt fyri 8,4 milliardir krónur. Hetta eru 401 millión krónur meira enn sama tíðarskeið í 2022. 

Størsti vøksturin sæst í bólkunum "Slógv og fiskaúrdráttir" og "Annar fiskur". Bólkurin "Annar fiskur" fevnir um vørur úr fiskasløgum ikki nevnd í talvuni niðanfyri. Meginparturin av vørunum í bólkunum er lýsi, mjøl, fóður og líknandi fiskavørur. Tilsamans er útflutningurin av fiskavørum sum fiskamjøl, fóður, lýsi og tílíkt vaksin 1.041 milliónir krónur hesar fyrstu átta mánaðirnar. Hetta svarar til umleið 75 prosent vøkstur.

Virðið av laksaútflutninginum er minkað 262 milliónir krónur, ella 8 prosent. Nøgdin er minkað 7.818 tons, ella 17 prosent. Prísurin hevur verið góður, men seinastu mánaðirnar er prísvøksturin steðgaður.

Útflutningsvirðið fyri botnfiskasløgini toskur, upsi og hýsa er minkað 189 milliónir krónur, ella ávikavist 19 prosent, 4 prosent og 14 prosent. Prísgongdin er lækkandi fyri øll tey týdningarmestu fiskasløgini.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Útflutningurin til Russlands var 76 milliónir krónur í august 2023. Av hesum er 68 milliónir krónur uppsjóvarfiskur. 

[px-graph-3]

PX Web Graph News