Fólkatal
12. okt 2020
Størsti fólkavøkstur báðumegin komandi undirsjóvartunnilin

Tann 1. septembur í ár var fólkatalið 52.703. Tað er vaksið við 768 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør.

Ein fólkavøkstur á 768 ella 1,5% er framvegis ein stórur vøkstur, hóast tað er nakað minni enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði 2018/19, tá fólkatalið vaks við 919, svarandi til 1,8%. Munurin stendst serliga av, at nettotilflytingin eru nakað minni, sum sæst av talvuni niðanfyri.

"

Hesir síðstu mánaðirnar hava tó verið serstakir, og nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi. Tað er ilt at siga, um tað m.a. er hetta sum ger, at ein munur er í gongdini í fólkatalinum í ár, samanborið við í fjør. Í myndini niðanfyri sæst tó, at munurin ikki er so stórur, at tað sæst aftur í trendinum, sum vísir langtíðargongdina í rákinum.

"

Flytingin millum Føroyar og útlond

Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 6-7 árini hava vit sæð, at støðugt fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og veksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er tó nakað broytt síðsta árið, tí nú er tilflytingin minkað nakað og fráflytingin vaksin eitt sindur. Síðsta 12-mánaðarskeið er tilflytingin minkað við 120 fólkum (sí talvuna frammanfyri) og fráflytingin vaksin við 23. Íkastið til fólkavøksturin frá nettoflytingini er tí minkað úr 629 fólkum til 486.

"

Fødd, deyð og burðaravlop

Í mun til 2019 hevur føðitalið verið nakað minni í ár. Samanbera vit síðsta 12-mánaðarskeiðið við tað undanfarna, sæst at føðitalið er minkað úr 696 í 654. Tað eru 42 børn færri. Hinvegin bøtir tað nakað um burðaravlopið, at talið av deyðum eisini er minkað við 34, so burðaravlopið bara minkar við 8.

=

Størsti fólkavøkstur er í Eysturoy og Tórshavnarøkinum

Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið, er hann nógv størstur í Eysturoy við 1,9% og í Tórshavnarøkinum við 1,8%. Í Vágum, Streymoyarøkinum uttan fyri høvuðsstaðin og nú eisini í Sandoyarøkinum er ein javnt stórur vøkstur á 1,4%. Í Norðoyggjum er fólkavøksturin 0,7%, ið er knappliga helvtin av miðalvøkstrinum fyri alt landið. Eisini í Suðuroy er ein lítil vøkstur í fólkatalinum við 11 fólkum, svarandi til 0,2%.

"

Í myndini niðanfyri sæst gongdin týðiliga síðstu 7 árini: tað er í miðøkinum - Eysturoy, Tórshavnarøkið og Vágar - har fólkatalið er vaksið skjótast hetta tíðarskeiðið. Síðani koma Streymoyarøkið annars og Norðoyggjar. Sandoyarøkið og Suðuroy hava onki fingið burturav fólkavøkstrinum hesi árini. Seinastu mánaðirnar tykist tó at venda í Sandoyarøkinum til ein munagóðan vøkstur.

"

Eysturoy og Tórshavnarøkið taka 76% av øllum fólkavøkstrinum

Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 358 fólk, svarandi til 47% av øllum fólkavøkstrinum í landinum. Í Eysturoy búgva sløk 23% av fólkinum, men vøksturin har á 223 fólk svarar til 29% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum, men teirra partur av fólkavøkstrinum var 6%.

"

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjunum í landinum er tað nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum. Í Sandoyarøkinum er tað nettoflytingin, sum gevur alt íkastið. Roknað eftir íbúgvatalinum er tilflytingin her størri enn í øllum hinum høvuðsøkjunum í landinum. Hinvegin er eitt negativt burðaravlop í Sandoyarøkinum, sum merkir, at tað eru fleiri sum doyggja enn børn ið verða fødd. Í Suðuroy munar tilflytingin nakað, men negativa burðaravlopið ger, at tað er sera lítil fólkavøkstur.

"

Kommunurnar

Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í Tórshavnar kommunu við 378 fólkum, svarandi til 1,7%, í Runavíkar kommunu við 87 fólkum (2,1%) og í Klaksvíkar kommunu við 47 fólkum (0,9%).

Fólkavøksturin er nógv størri í Eystur kommunu enn í Klaksvíkar, 59 fólk samanborið við 47 og í prosentum er hann tríggjar ferðir størri. Eisini Vága kommuna, ið hevur væl minni fólkatal enn helvtin av Klaksvíkar, og Nes kommuna við einum fjórðingi av fólkatalinum í Klaksvíkar, er fólkavøksturin í tali áleið tann sami men í prosentum 2-3 ferðir so stórur.

Av miðalstóru kommununum er stórur vøkstur í Sjóvar kommunu, eitt sindur minni í Vágs og Sunda kommunum.
Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Eiðis (við 3,2%) og Kvívíkar (við 4,9%). 
Av minstu kommununum er vøkstur í Viðareiðis, Skopunar, Sands, Skálavíkar og Fámjins.

Hinvegin so minkar í Hvannasunds, Kunoyar, Fuglafjarðar, Vestmanna, Hvalbiar, Porkeris og Sumbiar kommunum. 

"

"

Oyggjarnar

Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum uttan Hestoy, ið er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 13 eru komin aftrat í Nólsoy, 1 í Fugloy, 2 í Skúvoy og 1 fólk í Mykinesi. Óbroytt er í Stóru Dímun við 10 fólkum.

"

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.