Innflutningur av vørum
18. jun 2025
Vit innflyta 70 túsund tons meira av skervi og sandi

Innflutt varð fyri góðar 10 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá mai 2024 til apríl 2025. Tað eru 871,5 milliónir krónur, ella 7,9 prosent, minni enn undanfarna skeið.

Innflutningurin fyri apríl er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá mai 2024 til apríl 2025 samanborið við undanfarna uppgerðarár.

Tað eru fleiri orsøkir til, at innflutningsvirðið er minkað við nærum 900 milliónum krónum. Minni er innflutt av rávøru til fiskavirki, sum er at finna í bólkunum "matvørur og livandi djór" og "Ráevni til framleiðslu uttan brennievni". Somuleiðis er minni innflutt av brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 272,5 milliónir krónur. Hetta er bæði tí prísurin er lægri og nøgdin er minkað.

Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 481,9 milliónum krónum ella sløk 17 prosent. Skipini eiga 331 milliónir krónur og akførini 87 milliónir krónur av hesi minking.

[px-graph-1]

Í talvuni niðanfyri síggja vit, at munandi minni er innflutt úr Norðuramerika. Hetta er fyri tað mesta tí minni verður innflutt av heilivági, tekniskum tólum og akførum úr USA. Vit síggja eitt skifti frá ES til Evropa annars. Hetta er mest tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.

[px-graph-2]

Hóast innflutningurin úr Norðuramerika, sum fyri tað mesta er úr USA, hevur ligið á einum lægri støði hetta seinasta árið, er einki sum bendir á, at innflutningurin seinastu mánaðirnar er ávirkaður av politisku umstøðunum í USA. Innflutningurin úr ES er farin niður á sama støði sum fyri meira enn tíggju árum síðani. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa, frároknað ES, verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði tey seinastu nógvu árini.

[px-graph-3]

Um vit hyggja eftir nøgdunum í vøruinnflutninginum sæst, at vit hava innflutt nærum 70 túsund tons, ella sløk 20 prosent, meira av "Tøðum og miniralum". Hetta er fyri tað mesta sandur og skervur til betong.

[px-graph-4]

PX Web Graph News