Gistingar
30. apr 2024
Fólkanæturnar eru 1% fleiri, meðan nýtslustigið er minkað 2%

Í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru fólkanæturnar á føroysku gistingarhúsunum nærum 31.800 tilsamans. Tað eru gott og væl 300 fólkanætur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ið svarar til ein vøkstur á 1 prosent. Kamarsnæturnar vóru knapt 20.800 í tali, ið svarar til eitt nýtslustig á 31 prosent. Eitt skifti sæst í hvaðani tey gistandi komu frá.

Fólkanætur telja hvussu nógv fólk gista og hvussu leingi. Um 1 fólk gistir 3 nætur, ella um 3 fólk gista 1 nátt, er talan í báðum førum um 3 fólkanætur tilsamans.

Í fyrsta ársfjórðingi í ár vóru fólkanæturnar 31.785 tilsamans á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru gott og væl 300 fólkanætur fleiri enn sama tíðarskeið í fjør, ið svarar til ein vøkstur á 1 prosent. Í miðal vóru um 10.600 fólkanætur um mánaðin.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Innskrivingarnar eitt vet hægri

Innskrivingar vísa talið av fólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

Innskrivingarnar vóru 455 fleiri fyrsta ársfjórðing í ár enn í fjør, ið er ein vøkstur á 2,8 prosent. 

Tá ið vøksturin á innskrivingunum er hægri enn á fólkanáttum, merkir tað at fleiri fólk hava verið á gistingarhúsunum, men at tey í miðal hava sovið færri nætur hvør. Tó er munurin í hesum førinum so mikið lítil, at hann ikki sæst aftur. Í miðal hava fólk gist 1,9 nætur fyri hvørja innskriving fyrsta ársfjórðing av bæði 2023 og 2024.

Størsta broytingin í innskrivingum sæst hjá gistandi við bústaðarlandi uttan fyri Føroyar og Danmark, har innskrivingarnar vóru stívliga 600 fleiri fyrsta ársfjórðing í ár samanborið í fjør.

[px-graph-3]

Lítil øking í Tórshavnarøkinum

Eins og flest gistingarhús og kømur eru í Tórshavnarøkinum, eru flestar fólkanætur tað eisini. Slakar 650 fólkanætur fleiri vóru í Tórshavnarøkinum fyrsta ársfjórðing í ár, tá samanborið verður við sama ársfjórðing í fjør. Hetta er ein vøkstur á 2 prosent. Uttan fyri Tórshavnarøkið eru fólkanæturnar fækkaðar við gott og væl 300, ið svarar til eina minking á 18 prosent.

[px-graph-4]

[px-graph-2]

Færri danir, fleiri fólk úr øðrum londum

Tá ið hugt verður eftir fólkanáttum skiftar á bústaðarland, sæst at væl færri danir hava gist á gistingarhúsunum fyrsta ársfjórðing í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Talið er minkað úr 9.107 niður í 7.227 fólkanætur.

Fólkanæturnar, har ið fólk eru komin úr øðrum londum enn Danmark, eru vaksnar við 1.649 fólkanáttum hetta sama tíðarskeiðið, ið er ein vøkstur á 22 prosent.

Føroyingar sjálvir hava lagt 548 fleiri fólkanætur eftir sær fyrsta ársfjórðing í ár, ið er 4 prosent meira enn sama ársfjórðing í fjør.

[px-graph-6]

Nærum ein triðingur av kømrunum í brúk

Kamarsnætur telja hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 2 nætur, er talan um 4 kamarsnætur.

Nýtslustigið vísir í prosentum hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 

Í ár vóru 20.756 út av 67.131 tøkum kamarsnáttum brúktar fyrsta ársfjórðingin, ið svarar til eitt nýtslustig á 31 prosent. Sama tíðarskeið í fjør var nýtslustigið 33 prosent.

[px-graph-5]

Orðalýsingar

Fólkanætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi fólk gista. Um 3 fólk gista 2 nætur, eru hetta 6 fólkanætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógv fólk verða innskrivaði. Um 3 fólk skriva seg inn, eru hetta 3 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 2 kømur verða brúkt í 2 nætur, er talan um 4 kamarsnætur. Talið á fólki, ið gista, er ikki viðkomandi í hesum sambandi.

Nýtslustigið vísir í prosentum, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 

Tórshavnarøkið fevnir um Tórshavn, Argir og Hoyvík.

Uppgerðin fevnir ikki um gistingarhúsini í Suðuroy.

PX Web Graph News