Gistingar
25. apr 2021
Um 9.500 gistingar í mars - 3,7% minni enn fyri tveimum árum síðani

Tað var um hálvan mars í fjør, at Føroyar fóru niður í ferð. Í mun til hendan mánaðin í fjør vaks gistitalið við 110%. Hinvegin minkaðu gistingarnar 3,7% samanborið við mars í 2019.

Í mars vóru tilsamans gott 9.500 gistinætur á gistingarhúsunum. Tað eru gott 5.000 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

Tað eru gistingarhúsini í Tórshavnarøkinum, sum eiga lutfalsliga størsta partin av gistináttunum. Í mun til í fjør var vøksturin her 124%, meðan hann var 31% uttan fyri Tórshavnarøkið.

[px-graph-2]

Stóri vøksturin í gistináttum sæst aftur við, at parturin hjá føroyingum er trífaldaður í mun til í fjør og tvífaldaður í mun til 2019. Talið av gistináttum hjá dønum vaks við góð 50% í mun til í fjør. Hjá fólkum úr øðrum londum var talið av gistináttum so at siga óbroytt.

[px-graph-3]

Innskrivingar

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista.

Nógv fleiri føroyingar vitja á gistingarhúsunum. Í mun til mars í fjør vaks talið av føroyingum við meira enn 600% og tvífalt so nógv sum í 2019.

[px-graph-4]

Nýtslustig

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. 

Nýtslustigið var 28,5% í mars, sum er nakað hægri enn í fjør, tá nýtslustigið var 24,4%. Í 2019 var nýtslustigið væl hægri við 44,1%.

[px-graph-5]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News