Innflutningur av vørum
12. jul 2024
Innflutningurin minkaði í mai
Innflutningurin fyri mai er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá juni 2023 til mai 2024 samanborið við undanfarna uppgerðarár.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 485,1 millión krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá lægri prísum.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 704,1 milliónum krónum, ella 19,8 prosentum. Hetta er fyri tað mesta skip.
[px-graph-1]
Um hugt verður eftir, hvussu innflutningurin er skiftur á nýtsluendamál sæst, at innflutningurin til endaliga nýtslu er minkaður 761 milliónir krónur, ella góð 14 prosent.
Innflutningurin til nýtslu í framleiðsluni er minkaður 249,3 milliónir krónur, ella 5,5 prosent. Minkingin er størst av byggitilfari, men har er eisini minking í innflutningi av flutningstólum og tilfari til alivinnuna.
Fyri fastar bruttoíløgur stavar minkingin serstakliga frá, at færri skip eru innflutt í tíðarskeiðnum.
[px-graph-2]
Um vit samanbera innflutningin í mai mánaða í 2024 við innflutningin í mai mánaða í 2023, síggja vit at nøgdirnar av gerandisvørum eru minkaðar niður í helvt. Hetta var væntandi tí vøruinnflutningurin steðgaði umleið hálvan mai orsaka av verkfallinum.
[px-graph-3]
Talvan niðanfyri vísir tey 10 londini vit innflyta mest frá. Nærum ein fjórðingur av innflutninginum er úr Danmark, og er innflutningurin so at siga óbroyttur seinasta árið. Vit eru farin at innflyta nakað minni úr Niðurlondum, Týsklandi, Bretlandi, Belgia og Fraklandi, meðan vit eru farin at innflyta meira úr USA og Póllandi. USA og Pólland hava tikið plássini á topp 10 listanum frá Fraklandi og Belgia.
[px-graph-4]
Talvan niðanfyri vísir tær 10 vørurnar vit innflyta mest av. Hetta er uttan skip og flogfør. Leggjast kann til merkis, at fýra av vørunum eru ymisk brennievni. Fimm av vørunum eru tilfar til fiski- og alivinnuna. Vøran við størsta vøkstrinum er heilir køldur makrelur, har innflutningurin er vaksin 164,2 milliónir krónur, ella 65,6 prosent.
[px-graph-5]
Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum.
Nýggja SITC talvan (UH01026) minnir um gomlu talvurnar (UH01020 og UH01021). Annars eru hesar broytingar:
- Farið verður frá 4. útgávu av BEC til 5. útgávu.
- Fyri fiskavørur brúka vit ISSCFC flokkingina hjá FAO.
- Fiskasløgini fylgja flokkingini MCS (Main Commercial Species) hjá The European Market Observatory for fisheries and aquaculture products (EUMOFA), sum ES nevndin hevur sett á stovn. Harumframt ber í hesi talvu til at síggja, hvussu fiskurin er viðgjørdur og hagreiddur.
Í ISSCFC eru nógvar vørur og tískil ber til at leita tær vørur fram, brúk er fyri. Leitast kann eftir kotum og teksti.
Í løtuni er alt ikki umsett til føroyskt. Haldið okkum til góðar. Í ISSCFC talvuni ber til at leita á enskum. Ætlanin er, at alt við tíðini verður umsett til føroyskt.