Brúkaraprístal
15. okt 2021
Brúkaraprísirnir í miðal øktir 3,1 prosent seinasta árið

Nýggjasta uppgerðin av brúkaraprístalinum fyri triðja ársfjórðing vísir, at í miðal eru prísirnir tætt við teir somu sum annan ársfjórðing í ár og 3,1 prosent hægri í mun til sama ársfjórðing í fjør. Prísvøkstur á brennievni til upphiting av býlum og til flutning er høvuðsorsøkin til samlaðu broytingina í prístalinum.

Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Tað er ymiskt, hvussu stóra ávirkan vørurnar og tænasturnar hava á brúkaraprístalið. Býtið av nýtsluni hjá brúkaranum er avgerandi fyri, hvussu nógv vørurnar og tænasturnar ávirka prístalið.

Fyri einum ári síðan var samlaða prístalið 121,2, í øðrum ársfjórðingi í ár 124,6 og í seinastu uppgerðini fyri triðja ársfjórðing 124,9. Hetta merkir, at prístalið í dag er 3,1 prosent hægri í mun til fyri einum ári síðan og 0,3 prosent hægri í mun til annan ársfjórðing í ár. Eftir einum ári eru prísir í 10 av 12 vøru- og tænastubólkum øktir, meðan prísir á mati, drekka og útbúgving eru eitt vet minni. Av hesum 12 vøru- og tænastubólkunum eru prísir í bólkunum ‘Býli’, ‘Flutningur’ og ‘Hotel og matveitarar’ øktir mest. Í bólkunum ‘Býli’ og ‘Flutningur’ hevur prísvøkstur á brennievni størst ávirkan og innan “Hotel og matveitarar’ hevur prísvøkstur á gisting størst ávirkan.
 

"

 

Í umleið 4 ár undan koronufarsóttina lá árliga broytingin í samlaða brúkaraprístalinum í Føroyum - eins og í miðal í Evropa - millum 1 og 2 prosent, men nærkaðist óbroyttari árligari prísgongd meginpartin av 2020, tá koronufarsóttin leikaði harðast á. Uppgerðirnar av brúkaraprístalinum í Føroyum eins og aðrastaðni í Evropa vísa nú aftur ein lutfalsligan stóran vøkstur, og vit skulu leita aftur til tíðina beint undan fíggjarkreppuna fyri umleið 13 árum síðan fyri at síggja líknandi stóran árligan vøkstur í brúkaraprístalinum.
 

"

 

Brenniolja til upphiting av býlum og brennievni til akfør eru lutfalsliga stórur partur av samlaðu nýtsluni hjá einum miðal føroyskum húsarhaldi og hevur tí eisini lutfalsliga stóra ávirkan á brúkaraprístalið. Høvuðsorsøkin til minni vøkstur í samlaða brúkaraprístalinum fyrstu tíðina eftir, at korona gjørdi um seg, var lutfalsliga stóra fallið í altjóða oljuprísinum. Samstundis er lutfalsliga stóri prísvøksturin á brenniolju frá seinastu trimum uppgerðunum ein av høvuðsorsøkunum til tann samlaða vøksturin í prístalinum.
 

"

 

Myndin niðanfyri vísir, hvussu stórt ískoytið frá prísbroytingum innan ymsu vøru- og tænastubólkarnar til samlaða prístalið er, tá lagt verður upp fyri, hvussu nógv verður keypt av ymsu vørunum og tænastunum. Brennievni til hiting av býlum og til flutning eru partur av vørubólkinum ‘Býli’ og ‘Flutningur’. Myndin vísir, at fyri báðar seinastu uppgerðirnar er vakstrarískoytið frá hesum høvuðsbólkum størst og samanlagt 2 prosentstig av samlaða árliga vøkstrinum á 3,1 prosent.
 

"