Útflutningur av vørum
14. jul 2023
Vøksturin í útflutningsvirðinum steðgaður

Útflutningurin av fiskavørum hækkaði 1,5 milliardir krónur 12-mánaðarskeiðið frá juni 2022 til mai 2023 samanborið við undanfarna skeið.

Útflutningurin í mai er nú gjørdur upp, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið juni 2022 til mai 2023 samanborið við undanfarna tíðarskeið.

Útflutningur av laksi vaks við 452 milliónum krónum ella 9 prosent. Hinvegin minkaði nøgdin góð 8 túsund tons ella 11 prosent.

Størsti vøksturin er 'Annar fiskur'. Hetta er fyri tað mesta fiskamjøl og fóður tilgjørt úr ymsum fiskasløgum. Útflutningurin vaks 949 milliónir krónur, ella 64 prosent. Í nøgd vaks útflutningurin av øðrum fiskasløgum 76 prosent.

Prísurin á upsa og toski heldur fram at vaksa, meðan prísurin á hýsu hevur verið minkandi seinastu mánaðirnar. 

Útflutningurin av øðrum vørum, fyri tað mesta olja til útlendsk skip, er vaksin 180 milliónir krónur í tíðarskeiðnum. Hetta svarar til 29 prosent vøkstur.

[px-graph-1]

Talvan niðanfyri vísir útflutningin í nøgd frá juni 2022 til mai 2023 samanborið við undanfarna skeið.

[px-graph-2]

Útflutningurin til Russlands

Útflutningurin til Russlands minkaði nógv á vári í fjør. Nú er útflutningsvirðið á øðrum vørum enn laksi, á sama støði sum áðrenn februar 2022.

Myndin niðanfyri vísir mánaðarliga útflutningin til Russlands og Evropa.

[px-graph-3]

Útflutningurin av uppsjóvarfiski til Russlands er ikki steðgaður upp. Í mai var útflutningurin av makreli, sild og svartkjafti til Russlands 12,6 milliónir krónur. Hetta er á nakað sama støði sum fyri maimánaðir undanfarin ár.

Sum sæst á myndini niðanfyri, sveiggjar útflutningurin av uppsjóvarfiski nógv og er ofta lægri í tíðarskeiðnum frá umleið apríl til august. 

[px-graph-5]

Vørubólkurin 'aðrar vørur' fevnir fyri tað mesta um sølu av olju til russisk skip, ið leggja til kei í Føroyum. Í mai 2023 var útflutt fyri 16,4 milliónir krónur av øðrum vørum. Hóast virðið seinasta árið er nakað hægri enn undanfarin ár, er útflutta nøgdin av brenniolju seinasta árið nakað lægri enn undanfarin ár.

[px-graph-7]

PX Web Graph News