Útflutningur av vørum
20. des 2021
Útflutningurin fyrstu 10 mánaðirnar
Fyrstu 10 mánaðirnar í ár hava vit útflutt fiskavørur fyri 11,4% meir enn somu mánaðir í fjør.
Samlaði útflutningurin var 7,9 milliardir krónur fyrstu 10 mánaðirnar í ár. Somu mánaðir í fjør var útflutningurin 7,2 milliardir krónur.
Í 2019, sum er tað árið vit higartil hava havt mestan útflutning, varð somuleiðis útflutt fyri 7,9 milliardir fyrstu 10 mánaðirnar.
Laksaútflutningurin er vaksin 26,4% og var 3,5 milliardir krónur fyrstu 10 mánaðirnar.
[px-graph-1]
[px-graph-2]