Løn (A-skattað)
14. jul 2021
5,2 milliardir í lønum fyrra hálvár — 2,8% meira enn í fjør
Eftir eitt lítið ár við lítlum og ongum vøkstri, eru samlaðu lønargjaldingarnar aftur farnar at vaksa. Tað sæst á trendinum, sum reinsar lønargjaldingarnar fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
[px-graph-1]
Grafurin omanfyri er livandi. Nú ber til at flætta (en. embed) livandi grafar sum hendan á tykkara heimasíðu, eitt nú í tíðindagreinar. Tað gevur brúkarunum á tykkara heimasíðu somu livandi grafar, sum á hagstova.fo.
Við livandi grafum er tað møguligt at halda músina yvir eina linju á grafinum, og soleiðis síggja t.d. lønargjaldingarnar ein ávísan mánað. Eisini er møguligt at hála í tíðarlinjuna og leingja vísta tíðarskeiðið á grafinum, t.d. aftur til 1985 í lønargjaldingunum.
Soleiðis flætta tit grafin í tykkara síðu: Trýstið á burgaramenuina (knøtturin við trimum strikum) ovast í høgra horni. Veljið síðani “Flætta graf í síðu”. Trýstið á knøttin “Avrita kotu” og setið inn kotustubban á heimasíðu tykkara.
Vøkstur hjá kvinnum og lítil minking hjá monnum
Av lønargjaldingunum áttu menninir knappar 3,2 milliardir krónur og kvinnurnar 2 milliardir krónur fyrra hálvár í ár. Tað er ein vøkstur uppá 9,3% hjá kvinnum og ein minking uppá 0,9% hjá monnunum samanborið við fyrra hálvár í fjør.
[px-graph-6]
Myndin niðanfyri vísir rákið mánaðarliga í lønargjaldingunum fyri kynini. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin.
Trendurin vísir, at vøksturin heldur fram hjá kvinnunum, meðan hjá monnunum hevur lítil og eingin vøkstur verið seinasta hálvtannað árið.
[px-graph-2]
Vøkstur í tænastuvinnum, minking í byggivinnu og fiskivinnu
Borið saman við fyrra hálvár í fjør, vuksu lønargjaldingarnar innan 'almenna o.a. tænastu' við 7,8% og innan 'privatar tænastuvinnur' við 8,5%. Hinvegin minkaðu lønirnar í 'byggivinnu o.a. tilvirking' við 3,5% og í 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnum' við 8,4%.
[px-graph-3]
Um hugt verður at rákinum mánaðarliga í lønargjaldingunum, sæst, at vøkstur framvegis er í lønargjaldingunum í 'almennari o.a. tænastu', meðan vøksturin er steðgaður upp í 'privatu tænastuvinnunum' og 'byggivinnu o.a. tilvirking'.
[px-graph-4]
[px-graph-5]
Stutt um lønargjaldingarnar
Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir, eru ikki roknaðar uppí.
Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar við uttan mun til um lønarmóttakarin hevur heimstað í Føroyum ella uttanlands.
Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.
Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar
Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.
Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting
Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.
Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.