Innflutningur av vørum
17. mar 2025
Vit innflyta nærum 400 túsund tons av gróti og sandi

Innflutningurin fyri januar er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12 mánaða tíðarskeiðið frá februar 2024 til januar 2025 samanborið við undanfarna uppgerðarár.
Minkingin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá lægri innflutningsvirði á brennievni og skipum. Innflutningurin av brennievni og øðrum oljum er minkaður 203 milliónir krónur.
Innflutningurin av maskinum, motorum, skipum og akførum er minkaður við 616 milliónum krónum ella 20 prosent. Hetta er fyri tað mesta skip.
[px-graph-1]
Í talvuni síggja vit, at munandi minni er innflutt úr Norðuramerika. Hetta er fyri tað mesta tí minni verður innflutt av heilivági, tekniskum tólum og akførum úr USA. Vit síggja eitt skifti frá ES til Evropa annars. Hetta er mest tí oljuinnflutningurin nú er úr Noregi heldur enn úr Niðurlondum.
[px-graph-2]
Innflutningurin úr ES liggur nú aftur á sama støði sum áðrenn 2022, nevniliga á umleið 400 milliónir krónur um mánaðin. Árini 2022 og 2023 hevur innflutningurin úr ES ligið millum 500 og 600 milliónir krónur um mánaðin. Hinvegin hevur innflutningurin úr Evropa annars verið vaksandi seinastu árini. Innflutningurin úr Evropa annars er farin frá at liggja um 100 milliónir krónur um mánaðin til at liggja millum 150 og 200 milliónir krónur um mánaðin. Innflutningurin úr Asia hevur ligið á sama støði nógvu tey seinastu árini.
[px-graph-3]
Um vit hyggja eftir nøgdunum í vøruinnflutninginum síggja vit, at tvær vørur stinga út - nevniliga olja og grót. Vit innflyta nærum 300 túsund tons av oljuúrdráatum og nærum 400 túsund tons av sandi og gróti. Innflutningurin av sandi og gróti er vaksin við góðum 72 túsund tonsum, ella góð 22 prosent. Hinvegin hava vit innflutt nærum 34 túsund tons minni av fiski til virkingar.
[px-graph-4]