Innflutningur av vørum
18. Mai 2021
Innflutningurin minkaður hálva mia.
Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (apr. 20 - mar. 21) var 8,1 mia. kr. Tað er meir enn hálva mia. kr. minni enn undanfarna skeið.
Telja vit ikki skip og brennievni við, er innflutningurin minkaður 88 mió. kr. ella 1,1%.
Innflutningurin í mars er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Skipainnflutningurin er minkaður 450 mió. kr., og vit hava eisini brúkt 338 mió. kr. minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni.
Tað sum er innflutt til beinleiðis húsarhaldsnýtslu er vaksið 200 mió. ella 12%.
Innflutningurin av maskinum, útgerð og tilfari til vinnuna er vaksin, tó er minni innflutt av byggitilfari hetta tíðarskeiði.
[px-graph-1]