Nøvn
09. sep 2025
Jákup og Maria vanligastu nøvnini í Føroyum

Hóast Maria og Jákup hava verið vanligastu nøvn í mong ár, so er samansetingin av mest vanligu fólkanøvnunum broytt nakað seinastu árini. Lív er nú millum tíggju tey mest vanligu kvinnunøvnini, meðan Jónas er nýggjasta navnið millum mest vanligu mannfólkanøvnini.

Lív millum 10 tey vanligastu kvinnunøvnini

Vanligastu nøvnini á kvinnum, sum búðu í Føroyum við ársenda í fjør, vóru Maria, Anna og Annika. Síðani koma onnur vælkend nøvn sum Katrin, Marjun, Beinta og Rannvá.

Hóast flestu av tíggju teimum vanligastu nøvnunum eru tey somu sum fyri 40 árum síðani eru onkrar broytingar hendar. Navnið Anna Maria, sum tá var millum tíggju tey vanligastu, var í fjør nummar 32 á listanum. Hinvegin er navnið Lív farið av einum 63. plássi í 1985 til at vera millum tíggju tey vanligastu kvinnunøvnini í fjør. 

[px-graph-1]

Jónas millum 10 tey vanligastu mannfólkanøvnini

Nøvnini Jákup og Jógvan eru vanligastu nøvn á monnum í Føroyum. Tey hava ligið sum nummar eitt og tvey øll árini síðan 1985. Síðani 2002 hevur Jákup verið mest vanliga navnið, meðan Jógvan var mest vanliga navnið undan tí. Eisini hava nøvnini Rúni, Høgni, Ólavur og Kári verið vanlig mannfólkanøvn í nógv ár. 

Fara vit 40 ár aftur til 1985, eru tó onkrar broytingar at síggja. Navnið Hans, sum tá var millum tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum, var í fjør nummar 42 á listanum. Hinvegin er navnið Jónas farið av einum 550. plássi í 1985 til at vera millum tíggju tey vanligastu nøvnini á monnum. Í 1985 vóru fimm, sum itu Jónas í Føroyum, og við ársenda í fjør vóru teir 167 í tali. 

[px-graph-2]

Fleiri nýggju nøvn eru løgd afturat navnalistanum tey seinastu árini. Nøkur av teimum, sum í dag eru vanlig nøvn á kvinnum, eru Alda, Brá, Emilia, Ró, Ria og Vón.

[px-graph-6]

Fleiri nøvn eru somuleiðis løgd afturat hjá monnunum. Nøkur av teimum, sum eru nógv brúkt í dag, eru til dømis Aron, Bragi, Lukas, Liam, Nóa, Róar og Silas. 

[px-graph-7]

Færri við fleiri fornøvnum

Tey, sum hava meir enn eitt fornavn, eru vorðin færri í tali seinastu árini. Navnahagtølini, sum fevna um 1. og 2. fornavn hjá fólki í Føroyum, vísa, at seinastu 40 árini er parturin av fólki við tveimum (ella fleiri) fornøvnum minkaður úr eini helvt niður í ein triðing. 

Samansetingin av 1. og 2. fornavni er eisini broytt hesi árini. Meðan tað áður hevur verið vanligt at fleiri eita somu samanseting av 1. og 2. fornavni, til dømis Hans Jacob ella Hans Pauli, eru tað nú færri og færri sum hava somu samanseting av 1. og 2. fornavni.

Fyri 40 árum síðani vóru tíggju samansett fornøvn millum hundrað tey vanligastu kvinnunøvnini, og fjúrtan samansett fornøvn millum hundrað tey vanligastu mannfólkanøvnini. Í fjør var einki mannfólkanavn og trý kvinnunøvn á listanum, nevniliga Anna Maria, Anna Sofía og Elsa Maria. 

Hanna í Vágum, Jógvan í Norðoyggjum

Fyri Føroyar samanlagt eru Maria og Jákup eru vanligastu nøvnini hjá kvinnum og monnum. Tað eru tey eisini í flestu økjunum í Føroyum, men onkur frávik eru. Til dømis eita flestu kvinnurnar í Vága øki Hanna, meðan flestu menn í Norðoya øki eita Jógvan.

d

Nøvn hava aldur

Hyggja vit at vanligastu nøvnum í tíggju ára aldursbólkum, so er navnið Maria bara vanligast millum kvinnur 20-29 ár, og navnið Jákup bara vanligast millum menn 20-29 ár og 70-79 ár. Hjá kvinnum er navnið Ása vanligast í aldursbólkunum 80-89 ár og 90-99 ár, og hjá monnum er navnið Jónas vanligast í aldursbólkunum 0-9 ár og 10-19 ár. 

k

 

Les meira á temasíðuni um nøvn ella royn navnaleitaran

 

Stutt um nøvn

Uppgerðin fevnir um fornøvn á persónum, sum búðu í Føroyum tann 1. januar. Nøvnini eru gjørd upp soleiðis, sum tey eru skrásett í Landsfólkayvirlitinum. Um ein persónur hevur eitt fornavn, verður hetta gjørt upp sum eitt navn. Um ein persónur hevur tvey fornøvn, t.d. Hans Petur, verður hetta eisini gjørt upp sum eitt navn.

Av tí at tað kunnu ganga upp til 6 mánaðir áðrenn eitt barn skal hava fingið navn, verður navnauppgerðin gjørd eftir 1. juli.

PX Web Graph News