Starvsfólk
15. nov 2024
29.950 starvsfólk í oktober — 1,6 prosent fleiri enn í fjør

Tað vóru knapt 470 fleiri starvsfólk í oktober í ár samanborið við í fjør.

Starvsfólkatalið veksur, men seinasta árið er vøksturin viknaður. Tað sæst á trendinum, sum lýsir gongdina við at reinsa fyri árstíðarfrávik og øðrum tilvildarligum broytingum. Í oktober vóru 29.950 starvsfólk í Føroyum. Tað eru knapt 470 starvsfólk, ella 1,6 prosent, fleiri enn oktober í fjør. 

[px-graph-1]

Vøksturin javnur fyri bæði kyn

Í oktober vóru gott og væl 15.300 menn og  knapt 14.650 kvinnur í starvsfólkaskaranum. Samanborið við oktober í fjør høvdu kvinnurnar ein vøkstur upp á 1,5 prosent ella 220 persónar, og menn høvdu ein vøkstur upp á 1,6 prosent ella 250 persónar. 

[px-graph-2]

Meir enn helvtin eru 40 ár og eldri

Størsti aldursbólkurin í oktober vóru starvsfólkini millum 30 og 39 ár. Tey vóru góð 20 prosent av starvsfólkaskaranum. 54 prosent av starvsfólkunum vóru 40 ár ella eldri. 

[px-graph-3]

Tveir triðingar búgva í Eysturoyar- ella Suðurstreymoyar øki

Landkortið vísir starvsfólkabýtið býtt millum øki. Býtið er rættiliga støðugt yvir tíð. Á leið tveir triðingar av starvsfólkunum búðu antin í Eysturoyar- ella Suðurstreymoyar øki. 

Meira útgreinaði hagtøl um øki og starvsfólk eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki

[px-graph-7]

Triðingurin uttan bústaðartilknýti eru úr Asia

Fyri at hava bústaðartilknýti skal ein hava búð helvtina av lívinum ella 7 út av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum. 

Niðanfyri sæst prosentbýtið av starvsfólkum, sum ikki hava bústaðartilknýti, býtt á heimspartar eftir ríkisborgaraskapi. Helmingurin av teimum uttan bústaðartilknýti er framvegis úr Evropa, serliga Norður- og Eysturevropa. Býtið av starvsfólki við ríkisborgaraskapi úr asiatiskum londum hevur tó havt størsta vøksturin tey seinastu árini og telur nú ein triðing. 

[px-graph-5]

Talvan niðanfyri vísir talið av starvsfólkum, uttan bústaðartilknýti, býtt á heimspartar eftir ríkisborgaraskapi. Her sæst,  at starvsfólkini uttan bústaðartilknýti vóru góð 2.000 í oktober. Tað er á leið tað sama sum í fjør. Býtið er tó nakað broytt, tí starvsfólkini úr Eysturevropa eru minkaði í tali, meðan starvsfólk úr Asia og øðrum heimspartum er vaksið samanborið við í fjør. 

[px-graph-6]

Um starvsfólkahagtølini

Uppgerðin av starvsfólkum fevnir um persónar, ið eru 13 ár ella eldri, og sum í mánaðinum fáa A-skattaða løn svarandi til 4 tímar um mánaðin ella meira gjøgnum Samtíðarskattaskipanina (STSS).  

Hagtøl um starvsfólk og størv fylgja leiðreglunum í handbókunum um starvsfólk og størv hjá International Labour Organization (ILO) undir Sameindu Tjóðum. Sambært ILO er eitt starvsfólk ein persónur í arbeiðsførum aldri, sum í styttri tíðarskeiði hevur verið í starvi hjá arbeiðsgevara og hevur framleitt vørur ella veitt tænastur fyri løn. Hetta fevnir um a) persónar í starvi, sum hava arbeitt minst 1 tíma í tíðarskeiðinum (ofta sett til 1 viku) og b) persónar í starvi, men eru fyribils úr arbeiði (sum til dømis sjúkufarloyvi, barsilsfarloyvi ella avspáking).

Keldan til starvsfólk eru mánaðarligar A-skattaðar lønir ígjøgnum samtíðarskattaskipanina (STSS). Í samsvar við altjóða mátið, sum er 1 tíma um vikuna, er mánaðarliga lønarmarkvirðið roknað sum fýra tímalønir hjá einum arbeiðsfólki, av tí tað eru umleið fýra vikur í einum mánaði. Tímalønin er sett sum minstaløn + frítíðarløn eftir sáttmálanum millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tað merkir, at um mánaðarliga lønin er lægri enn markið, telur persónurin ikki við sum starvsfólk tann mánaðin. Sambært Arbeiðs- og Brunaeftirlitinum, kunnu børn yngri enn 13 ár ikki verða sett í arbeiði, og tað er tískil sett sum niðara aldursmark í hagtølunum. 

Broyting í hagtølunum

Í fyrru helvt av 2024 varð arbeitt við nýggjari og meira útgreinaðari útgávu av hagtølunum um starvsfólk, sum tá vórðu endurskoðað, dagførd og broytt. Tað hevði við sær, at samlaða talið av starvsfólki er vaksið eitt vet. Størsta orsøkin er at hagtølini nú fevna um fleiri aldrar. Fyrr fevndu tølini um persónar í aldrinum 16-74, men nú telja øll við, sum eru 13 ár ella eldri. Aðrar broytingar fevna um eitt lægri lønarmarkvirði, at fleiri barsilsskrásetingar eru lagdar afturat, og at ávísar útgjaldingar um STSS, sum áður ikki hava verið mettar at vera løn, eru nú rætt skrásettar sum løn. Í samband við broytingarnar eru nýggjastu tølini ikki sambærlig við hagtølini, sum áður hava verið útgivin. Gomlu talvurnar eru tó framvegis tøkar í hagtalsgrunninum, men verða ikki dagførdar framyvir. Tær gomlu talvurnar eru endaðar og liggja í hagtalsgrunninum undir ”Endaðar talvur”.

PX Web Graph News
Viðm.: Bústaðartilknýti verður greinað frá 1995 - 10 ár eftir at fólkatølini eru tøk frá Landsfólkayvirlitinum.
Viðm.: Annar ríkisborgaraskapur eru ríkisborgarar úr londum í heimspørtunum Amerika, Afrika, Osiania, Antarktis. Um ríkisborgaraskapurin er ókendur, eru tey eisini við her.