Gransking og menning
28. nov 2024
Kanning: Hvussu nógv granska vit í mun til onnur lond?

Annað árið á rað kannar Hagstova Føroya, í hvønn mun føroyskar fyritøkur og stovnar granska og menna. Kanningin er afturvendandi og fevnir nú um gransking og menning, ið er framd í 2023.

Gransking og menning á royndarstigi (G&M) (en: research and experimental development) er skapandi og skipað arbeiði, hvørs endamál er at skapa nýggja vitan og at finna nýggjar hættir at brúka tøka vitan. 

Um Føroyar framhaldandi skulu vera við í altjóða granskingar-, menningar- og nýskapanarverkætlanum, er krav at hava álítandi almenn hagtøl á økinum. 

Føroyska útgávan av spurnakanningini brúkar sama leist sum í øðrum londum, ið er ásettur av OECD. Hetta til tess at tryggja altjóða sambærlig hagtøl, ið kunnu staðfesta lutfalsliga stigið í Føroyum í mun til onnur lond. 

Allar fyritøkur og stovnar, ið verða mett at fremja gransking og menning eru við í kanningini. Eftir løgtingslóg nr. 33 frá 7. mai 1991 er tað lógarkrav at svara. 

Kanningin er gjørd í samstarvi við Granskingarráðið.

Endamálið við kanningini

Endamálið er at kanna í hvønn mun fyritøkur fáast við gransking og menning. Hugt verður at, hvaðani fíggingin stavar, hvussu nógv arbeiðsorka verður nýtt, og innan hvørji vísindaøkir granskingin og menningin fer fram. 

Granskaðu og mentu fyri 1,5 prosent av BTÚ í 2022

Kanningin, sum var gjørd fyri 2022, vísti, at samlaðu útreiðslurnar til gransking og menning svaraðu til 1,5 prosent av BTÚ. Tað svarar til 376 milliónir krónur. Í 2003 varð granskað og ment fyri 0,9 prosent av BTÚ. Talan var um eina hækking á 0,6 prosent stig. Tá skal havast í huga at bruttotjóðarúrtøkan er vaksin munandi síðani tá. 

Føroyar lógu í 2022 lægst samanborið við hini Norðurlondini. Í Noregi eru útreiðslurnar 1,6 prosent av BTÚ, í Íslandi 2,7 prosent, í Danmark 2,9 prosent, í Finnlandi 3,0 prosent og í Svøríki 3,4 prosent.

Útreiðslur til gransking og menning, sum partur av BTÚ

Vinnufeløg standa fyri meira enn helminginum

Tað eru privatar fyritøkur (vinnufeløg), ið standa fyri meiri enn tveimum triðingum av útreiðslunum til gransking og menning í Føroyum. Vinnufeløgini granska fyri 1,1 prosent av BTÚ. Almenni geirin og hægri útbúgvingarstovnar fremja ávíkavist 0,3 prosent og 0,1 prosent av BTÚ.

Tað er stór broyting í mun til 2003, tá granskað og ment varð fyri 0,9 prosent av BTÚ. Vinnufeløgini stóðu tá fyri 0,2 prosentum og almenni geirin og hægri útbúgvingarstovnar 0,7 prosentum.

[px-graph-1]

PX Web Graph News