Løntakarar
11. jan 2024
Løntakaratalið setur met í desember

Í desember eru vanliga flest løntakarar. 2023 var einki undantak, tá talið setti met við 28.740 løntakarum, sum er ein vøkstur á 1,4 prosent í mun til desember 2022.

Samanborið við sama mánað árið fyri vóru 410 fleiri løntakarar í desember 2023, sum svarar til ein vøkstur upp á 1,4 prosent. 

[px-graph-1]

Fallið, sum sæst í grafinum, er í aprílmánaði í 2020, tá ið landið fór niður í ferð.

Lutfalsliga fleiri kvinnur komnar aftrat

Seinasta árið løgdust bæði fleiri menn og kvinnur aftrat løntakaraskaranum. Í desember vóru um 14.700 menn og 14.000 kvinnur, sum er ein vøkstur á ávikavist 0,8 prosent hjá monnum og 2,1 prosent hjá kvinnum í mun til desember árið fyri. 

[px-graph-2]

Størsti vøkstur í byggivinnununi og almennari tænastu

Myndirnar niðanfyri vísa løntakaratalið og mánaðarligu gongdina í teimum fýra høvuðsvinnugreinabólkunum.

Í 'almennari o.a. tænastu' hevur vøksturin verið rættiliga javnur síðani 2014. Tá vóru um 8.500 løntakarar, og teir eru nú 10.700 í tali.  Í mun til sama mánað árið fyri er talið vaksið við 245 løntakarum, sum er ein vøkstur á 2,3 prosent. 

[px-graph-3]

Seinastu tvey árini hevur løntakaratalið í privatum tænastuvinnum verið rættiliga støðugt. Í mun til desember í 2022 er løntakaratalið vaksið við 41 fólkum, ið svarar til 0,4 prosent.

[px-graph-4]

Innan 'byggivinnu o.a. tilvirking' steðgaði vøksturin upp í 2020, og løntakaratalið minkaði nakað. Nú sæst aftur ein vøkstur í hesum vinnugreinabólkinum, og í 2023 setti løntakaratalið met. Borið saman við desember í 2022 vóru 105 fleiri løntakarar, sum er ein vøkstur á 2,4 prosent.

[px-graph-5]

Innan 'fiskivinnu o.a. tilfeingisvinnu' eru sveiggini í løntakaratalinum størri enn í hinum vinnugreinabólkunum. Seinastu árini hevur løntakaratalið ligið sum mest millum 4.100 og 4.200, men er oftast eitt sindur hægri í desember. Í 2023 vóru 4.337 løntakarar, sum eru 19 fleiri samaborið við sama mánað í 2022.

[px-graph-6]

Fiskavøruídnaðurin hevur enn afturgongd

Talvan niðanfyri vísir løntakaratalið í ymsu vinnugreinunum, sum hoyra undir vinnugreinabólkarnar. Talvan vísir løntakaratalið í desember í 2023 borið saman við desember í 2022.

Á leið fjórðihvør vinnugreinabólkur hevur havt afturgongd samanborið við sama mánað árið fyri. Tá hugt verður at teimum størru vinnugreinabólkunum, hevur fiskavøruídnaðurin størstu afturgongdina við 6,5 prosent. Bólkurin hevði eisini eina ta størstu afturgongdina í seinasta mánað. 

Størstu framgongdirnar í størru vinnugreinabólkunum eru hjá 'undirvísing' við 3,6 prosentum og 'bygging' við 2,7 prosentum. 

[px-graph-7]

Vøkstur av útlendskum ríkisborgarum heldur fram - men í minni mun

Í desember vóru 7,6 prosent av løntakarunum útlendskir ríkisborgarar. Í desember árið fyri var teirra partur 7 prosent. Fyri fimm árum síðani var talið á 4,5 prosent. 

[px-graph-8]

Løntakaraskarin er vaksin við góðum 400 persónum í desember í 2023 samanborið við sama mánað í 2022. Av hesum vøkstrinum eiga útlendskir ríkisborgarar 44 prosent. Hetta er væl minni enn í november, har teir áttu 86 prosent. 

Størsti parturin starvast innan fiskavøruídnað, gistihús og matstovuvirki, ali- og kryvjivirki, umframt húsarhaldstænastur.

[px-graph-9]

Stutt um løntakarar

Ein løntakari er millum 16 og 74 ár, fær A-inntøku og hevur bústað í Føroyum í tíðarskeiðinum, tá lønin verður útgoldin. Løntakarar eru tey, sum í einum mánaði fáa løn útgoldna, sum í minsta lagi er ájavnt eina dagløn hjá ófaklærdum arbeiðsfólki. Hetta, uttan mun til um arbeiðsgevarin er føroyskur ella útlendskur.

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í løntakaratalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um vinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.o. ráevnisvinna fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, Smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting.

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m. (landsfyrisiting, kommunur og ríkisstovnar), Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News