Útflutningur av vørum
16. apr 2025
Útflutningurin av fiskamjøli og lýsi minkaður eina knappa milliard krónur

Útflutningurin fyri februar er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið mars 2024 til februar 2025 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.
Fiskavøruútflutningurin er minkaður 443,1 millión krónur, ella 3,7 prosent. Útflutningurin av fleiri fiskasløgum gongur fram, harundir laksi, hýsu, upsa og makreli, meðan útflutningurin av flestu øðrum fiskasløgum gongur aftur.
Útflutningurin av laksi er vaksin 54,2 milliónir krónur hetta tíðarskeiðið. Virðið stendur so at siga í stað, meðan nøgdin er vaksin góð 14 prosent. Hetta tí miðalprísurin á laksavørum er farin úr 72,6 krónur kilo niður í 64,2 krónur kilo. Broytingarnar í miðalprísinum stava partvíst frá einari generellari príslækking, men eisini frá, at framleiðslan av virkaðum vørum sum feskt og fryst flak er minkað. Sostatt verður meira útflutt av óvirkaðum bíligari vørum, og eitt skifti frá virkaðum til óvirkaðar vørur førir til ein lægri miðalprís.
Útflutningsvirðið av vørubólkinum "onnur nýtsla, ikki mannaføði" er vaksið 148,1 milliónir krónur, ella 38 prosent. Hetta er fyri tað mesta slógv.
Útflutningsvirðið av makreli er vaksið 485,7 milliónir krónur, ella 48,2 prosent. Vøksturin stavar frá príshækkingum, tí lítil broyting er í nøgdini.
[px-graph-1]
[px-graph-2]
Talvan niðanfyri vísir útflutningin av fiskavørum skiftan á landaøki. Størsti vøksturin er í útflutningi til Asia annars - fyri tað mesta Kina. Útflutningurin til ES er minkaður nakað, og er nú 5,6 milliardir krónur. Útflutningurin til Norðuramerika er minkaður nógv. Eitt nú er útflutningurin av fiskavørum til USA minkaður við 236,5 milliónum krónum.
[px-graph-4]
Seinastu árini er útflutningurin til ES og Amerika nógv vaksin. Mesta av útflutninginum til Amerika er til USA. Útflutningurin til USA er vaksin frá at liggja millum 50 og 100 milliónir krónur um mánaðin árini 2014 til 2021 til nú at liggja millum 100 og 200 milliónir krónur um mánaðin.
Útflutningurin til Asia minkaði nógv undir korona, og liggur nú á sama støði sum undan korona.
Fimm lond keypa fyri yvir eina milliard krónur av vørum úr Føroyum. Hetta er USA, Bretland, Russland, Danmark og Spania.
[px-graph-4]