Treystital
04. feb 2020
Konjunkturbarometrið gongur upp í mun til seinastu 5 kanningarnar

Tølini frá konjunkturkanningini fyri januar eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Treystitalið hesaferð er væl hægri enn talið seinastu 5 kanningarnar.

Treystitalið er tað samanvigaða vísitalið frá 5 spurnakanningum, sum verða gjørdar í januar og juni hvørt ár. Treystitalið hevur ligið millum 21 og 26 síðan á sumri 2017, men er hesaferð frá kanningini í januar komið upp á 32. Í januar 2017 var talið 31 annars skulu vit heilt aftur til juli 2014 fyri at finna eitt tal sum er hægri, tá var tað 37.

M1

Tað er ymiskt, hvønn veg gongdin vendir viðvíkjandi metingum um støðu og útlit í ymsu kanningunum.

T1

Úrslit frá øllum 5 kanningum eru at finna í talvum í hagtalsgrunninum.