Lønargjaldingar
19. apr 2022
920 milliónir í lønum í mars — eingin vøkstur

Seinasta árið hevur ferðin í lønargjaldingunum verið avtakandi. Nú er vøksturin steðgaður upp.

Lønargjaldingarnar fóru at vaksa aftur á heysti í 2020, men seinasta árið hevur vøksturin ikki havt somu ferð, og nú sæst eingin vøkstur í lønargjaldingunum. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað.

Í mars vórðu um 920 milliónir útgoldnar í lønum. Tað er eins nógv, sum sama mánað í fjør. 

[px-graph-1]

Lønirnar hjá monnunum vaksa ikki longur

Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum.

Seinasta árið hevur vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnum verið avtakandi, og nú sæst ikki longur ein vøkstur. Hinvegin hevur verið vøksturin varisliga tiltakandi hjá kvinnum sama tíðarskeiðið.

Í mars áttu menninir um 560 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61% av útgoldnu lønunum. Tað eru 26 milliónir færri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 355 milliónir, sum eru 16 milliónir meira enn sama mánað í fjør.

[px-graph-2]

Gongdin ymisk í vinnugreinunum

Lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar við umleið somu ferð seinastu tvey árini. Í 'privatu tænastuvinnunum' vaksa lønirnar framvegis, men seinasta hálva árið hevur vøksturin verið avtakandi.

[px-graph-3]

Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur.

[px-graph-4]

Lønirnar tilsamans seinastu tólv mánaðirnar 

Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri.

[px-graph-5]

Stutt um lønargjaldingarnar

Lønargjaldingar eru A-skattskyldugar lønir, sum fyritøkur við heimstaði í Føroyum gjalda. Hagtølini fevna bara um løn fyri útint arbeiði. Aðrar samsýningar og útgjøld, so sum veitingar og eftirlønir eru ikki roknaðar uppí. 

Allar lønargjaldingar, sum lúka oman fyri nevndu krøv, verða taldar uppíuttan mun til um lønarmóttakarin er føroyingur ella útlendingur. 

Stutt um trendin

Trendurin lýsir rákið í lønargjaldingunum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar.

Stutt um høvuðsvinnugreinabólkarnar

Fiskivinna o.a. tilfeingisvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Landbúnaður, Fiskiskapur, Ali- og kryvjivirki, Ráevnisvinna, Fiskavøruídnaður og Ótilskilað v.m.

Byggivinna o.o. tilvirking fevnir um hesar vinnugreinarnar: Skipasmiðjur, smiðjur, Annar ídnaður, Bygging og Orku- og vatnveiting

Privatar tænastuvinnur fevnir um hesar vinnugreinarnar: Handil og umvæling, Gistihús og matstovuvirki, Sjóflutningur, Flutningur annars, Postur og fjarskifti, Fígging og trygging, Vinnuligar tænastur, Húshaldstænastur og Felagsskapir, mentan o.a.

Almenn o.o. tænasta fevnir um hesar vinnugreinarnar: Almenn fyrisiting v.m.: Landsfyrisiting, Kommunur og ríkisstovnar, Undirvísing og Heilsu- og almannaverk.

PX Web Graph News