Innflutningur av vørum
20. des 2021
Stórur vøkstur í innflutninginum

Fyrstu 10 mánaðirnar í ár varð innflutt fyri 7,6 milliardir krónur. Hetta er tað mesta nakrantíð.

Innflutningurin til og við oktober er nú gjørdur upp, og innflutt varð fyri 7,6 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 14,4% í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin 15,9%. 

Oljuprísurin er hækkaður nógv seinastu tíðina, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Hóast eitt sindur minni er innflutt, so hava vit brúkt 43% meiri upp á brennievni higartil í ár samanborið við í fjør.

Somuleiðis er stórur vøkstur í bólkunum 'maskinur og onnur útgerð' til vinnuna og 'rávøra til fiskavirking' har vøksturin er ávikavist 40% og 42%.

[px-graph-1]

PX Web Graph News