Smásøluvísitøl
02. jul 2024
Sølan av fríðkanarvørum hækkað 12 prosent

Sølan í virði og umroknað til mongdir fyri smásølu er gjørd upp fyri fyrsta ársfjórðing í ár.
Sølan hjá feløgum í vinnugreinini ‘Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, er sølan hjá feløgum, ið vit kenna sum matvøruhandlar.
Í ársins prísum hækkaði sølan nærum 5% frá 1. ársfjórðingi í fjør til 1. ársfjórðing í ár. Um vit draga prísvøksturin frá, so fáa vit virðið fyri umsettu mongdina t.e. mongdina av seldum vørum, kallað 'sølan máld í føstum prísum'. Sølan máld í føstum prísum hjá matvøruhandlum var 1% hægri 1. ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Tað merkir, at hóast virðið á søluni hækkaði 5%, so er mongdin av seldum vørum hækkað 1%.
[px-graph-1]
Ymiskt hvussu sølan hjá handlum við húsarhaldsútgerð hevur hilnast
Verri hevur gingist ‘Serhandlum við jarnvørum, máling og glasi’, sum liggur undir flokkinum ‘Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’. Sølan lækkaði hetta tíðarskeiðið stívliga 3% bæði í ársins og føstum prísum.
[px-graph-2]
Í vinnugreinini ‘Smásøla við ítróttarútgerð’ hilnaðist sølan 1. ársjórðing í ár betur enn sama tíðarskeið árið fyri. Her er sølan og mongdin av seldum vørum hækkað smá 7%.
[px-graph-3]
Sølan av klæðum lækkað í mun til undanfarna ár
‘Smásølan við klædnapløggum’ lækkaði 9% í virði hetta tíðarskeiðið, meðan selda mongdin lækkaði 8%.
[px-graph-4]
Sølan av fríðkanarvørum hækkað
Virðið á søluni hjá feløgum í vinnugreinini ‘smásøla við fríðkanarvørum og vørum til persónliga røkt’ hækkaði 12%, og tá prísvøksturin í tíðarskeiðnum er drigin frá, vísir tað seg, at mongdin av seldum vørum hækkaði stívliga 10%.
[px-graph-5]
Smásøluvísitalið í nýggjum hami
Sølan hjá handilsfeløgum kom í januar 2024 út í nýggjum hami. Sølan verður enn sum áður gjørd upp í virði og umroknað til mongdir. Í gomlu uppgerðini vóru tølini býtt upp í vørubólkarnar ‘matur og drykkjuvørur’, ‘klædnavørur og fótbúnaður’ og ‘húsbúnaður og húsarhaldsútgerð’ og feløgini í uppgerðini vóru útvald eftir hvørja vinnugrein tey hoyrdu til eftir NACE Rev. 1 vinnnugreinaflokkingini.
Nýggja smásøluvísitalið er bygt eftir sama leisti sum vísitalið fyri heil- og smásølu hjá Eurostat , ið byggir á tøl frá feløgum útvald eftir vinnugreinaflokkingini NACE Rev. 2. Smásøluvísitalið fevnir um feløg í NACE Rev. 2 deildini ‘G47 Smásøla onnur enn við motorakførum’ og er dagført aftur til 2001.
Í gomlu uppgerðini vóru 3 vørubólkar uppgjørdir. Í nýggju uppgerðini verða 9 vinnugreinar, 4 flokkar uppgjørd og deildin G47 er eisini gjørd upp. Vinnugreinabólkingin NACE er uppbygt í stigum.
Dømi:
G Heil- og smásøla; umvæling av akførum - NACE 1. stig, Bólkar
G.47 Smásøla onnur enn við motorakførum - NACE 2. stig, Deildir
G.47.1 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali - NACE 3. stig, Flokkar
G.47.11 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur - NACE 4. stig, Vinnugreinar
Gomlu bólkarnir ‘matur og drykkjuvørur’, ‘klædnavørur og fótbúnaður’ og ‘húsbúnaður og húsarhaldsútgerð’ fevna í stóran mun um somu feløg, ið eru í ávikavist ‘G.47.11 Smásøla úr handlum við blandaðum úrvali, har denturin er lagdur á mat-, drykkju- og tubbaksvørur’, ‘G.47.7.1 Smásøla við klædnapløggum’, ‘G.47.7.2 Smásøla við fótbúna og leðurvørum’ og ‘G.47.5 Smásøla av húsarhaldsútgerð í serhandlum’.
Orðalýsingar:
- Ársins prísir (eisini nevnt nominellir prísir) er uppgerð við støði í teimum prísum, ið eru galdandi fyri tað tíðarskeiðið, ið uppgerðin fevnir um.
- Árstíðarjavnað tøl eru reinsað fyri árstíðarfrávik sum t.d. afturvendandi broytingar í virksemi millum árstíðirnar. Summar mánaðir kemur fyri, at árstíðarsveiggini eru so mikið óreglulig eftir fasta kalendaranum, at ikki ber til at árstíðarjavna.
- Fastir prísir merkir, at uppgerðin er reinsað fyri prísvøkstur. Á henda hátt ber til at meta um gongdina í nøgdini av seldum vørum og tænastum.
- Trendurin lýsir rákið í máldu tølunum, reinsað fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar
- Vísital lýsa prosentvísu broytingina frá einum ári til annað við einum støðisári, ið verður sett til 100. Munurin millum tvey ár er máldur í prosentstigum. Samanbera vit við støðisárið, er talan um prosent.
- Sølan sigur okkum hvat umsetningurin hjá feløgunum í vørubólkunum er.