Fólkatal
16. aug 2022
Knapt 700 fólk løgdust afturat fólkatalinum seinasta árið

Fólkatalið var 54.072 tann 1. juli í ár. Tað vaks við 698 fólkum ella 1,3% seinasta árið. Vøksturin er minni enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,5%. Vøksturin kemur av burðaravlopi á 163 og nettoflyting á 535.

Burðaravlopið hevur verið serstakliga lágt fyrra hálvár í ár. Lutfalsliga nógv eru deyð, samstundis sum burðartalið hevur verið nakað lægri enn tíðina frammanundan. Hinvegin hevur nettoflytingin verið nakað hægri enn undanfarnu tíðarskeið, so samanumtikið heldur fólkatalið fram við at vaksa.

[px-graph-3]

Fólkatalið verður ávirkað av nettoflyting (munurin millum tilflyting og fráflyting) og burðaravlopi (munurin millum fødd og deyð). Vøksturin seinasta árið kemur av einum burðaravlopi á 163 fólk og eini nettoflyting á 535 fólk. Í talvuni niðan fyri sæst millum annað, at meðan nettoflytingin var hægri enn í undanfarna tíðarskeiði, so minkaði burðaravlopið niður í helvt.

juli

Varin vøkstur í nettoflytingini

Trendurin í myndini niðanfyri lýsir gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Trendurin gevur ábending um, at munurin millum til- og fráflyting økist. Nú flyta á leið 50 fleiri til Føroya enn úr Føroyum í miðal um mánaðin. Fyri einum ári síðani var munurin umleið 40 fólk.

[px-graph-3]

Burðaravlopið nógv minkað

Myndin niðanfyri lýsir gongdina í tali av føddum og deyðum. Trendurin vísir, at munurin millum fødd og deyð er minkaður nógv seinastu mánaðirnar. Tað kemur av, at fleiri eru deyð enn vanligt hevur verið. Nú verða umleið 10 fleiri fødd enn tað doyggja í miðal um mánaðin. Fram til fyri einum hálvum ári síðani hevur munurin ligið millum 20 og 25 fólk.

[px-graph-4]

Størstu kommunurnar vaksa mest í tali

Størsti vøkstur í tali seinasta árið var í Tórshavnar kommunu, har umleið helvtin av samlaða vøkstrinum var. Eisini vaks fólkatalið nógv í millum annað í Klaksvíkar og Runavíkar kommunu umframt í Nes, Eiðis og Sunda kommunu. Størsta minking var í Sands, Hvalbiar, Sørvágs og Sumbiar kommunu.

Í fleiri kommunum er fólkatalið nú tað hægsta, tað hevur verið, síðani byrjað varð at gera fólkatalið upp í 1985: Í Tórshavnar kommunu, har fólkatalið nærkast 23.000, í Klaksvíkar kommunu, har fólkatalið hevur rundað 5.400, og í Runavíkar kommunu, sum nú hevur fleiri enn 4.300 íbúgvar. Afturat teimum kunnu nevnast Sjóvar, Sunda, Eiðis og Vága kommuna. Í talvuni niðanfyri sæst fólkatalið í hvørjari kommunu við tilhoyrandi bygdum 1. juli 2021 og 2022.

[px-graph-4]

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri at fáa tær flestu rættingarnar við, verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum sambært Landsfólkaskránni eru skrásett at búgva í Føroyum.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.

PX Web Graph News
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum
Viðm.: Uppgjørt fyrst í mánaðinum