Ferðavinna
25. okt 2021
Tvífalt so nógvar gistingar í september

Í september vóru gistinæsturnar stívliga 20.600 í tali. Tað er met fyri septembermánað. Gistinæturnar vuksu 94% samanborið við sama mánað í fjør ella 30% í mun til 2019.

Í september í ár vóru 20.604 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. Tað eru knapt 10.000 fleiri gistinætur samanborið við sama mánað í fjør. Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum.

[px-graph-1]

[px-graph-2]

Talið av gistináttum hjá dønum vaks í september við 79% í mun til sama mánað í fjør, meðan talið av gistináttum hjá fólkum úr øðrum londum enn Føroyum og Danmark meira enn tvífaldaðist. 

[px-graph-3]

Innskrivingar

Innskrivingarnar vísa talið av ferðafólkum á gistingarhúsunum, sama hvussu leingi tey gista. Innskrivingarnar vóru góðar 7.900 í tali í september, sum er 87% fleiri enn í fjør. Vøksturin er 15% meira enn sama mánað í 2019. 

[px-graph-4]

Nýtslustig

Nýtslustigið vísir, hvussu stórur partur av tøku kømrunum verður brúktur. Góð 63% av kømrunum vórðu brúkt í september, samanborið við 40% í fjør. Í 2019 var nýtslustigið 75%. 

Í fjør vaks talið av kømrum munandi, tí tvey størri gistingarhús eru latin upp og onnur útbygd, og tí er rúm er fyri fleiri vitjandi. Nýtslustigið er tí lægri enn í 2019, hóast gistingarnar vóru fleiri.

[px-graph-5]

Gistingar og innskrivingar higartil í ár

Verður hugt at tølunum higartil, sæst at bæði gistingarnar og innskrivingarnar eru nærum tvífaldaðar í mun til í fjør.

[px-graph-6]

Orðalýsingar

Persónsgistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista. Um 10 fólk gista 3 nætur, eru hetta 30 gistinætur.

Innskrivingar telja, hvussu nógvar innskrivingar eru. Um 10 fólk skriva seg inn, eru hetta 10 innskrivingar, óansæð hvussu leingi tey gista. Eisini skrásett, um talan er um frítíðar- ella starvsferð.

Kamarsnætur telja, hvussu nógv og hvussu leingi kømur verða brúkt. Um 10 fólk gista í 5 kømurum í 3 nætur, eru hetta 15 kamarsnætur.

PX Web Graph News