Avreiðingar
28. jan 2021
Væl minni av toski varð avreiddur í 2020
Nøgdin av hýsu lækkaði ein lítlan fjórðing, meðan eitt vet meira av upsa varð avreiddur í fjør í mun til 2019.
Av øðrum botnfiski, sum meira varð avreitt av í fjør, kunnu nevnast eitt nú longa og brosma við ávikavist 21% og 36% meira enn í 2019.
Avreiðingarvirðið tilsamans minkaði 228 milliónir svarandi til ein fjórðing. Fyri tosk minkaði virðið yvir helvtina, sum var omanfyri 200 milliónir kr. og fyri hýsu ein lítlan fjórðing í mun til í 2019.
Nøgdin og virðið á uppsjóvarfiskinum áleið tann sama, sum í 2019
Avreiðingarnøgdin av uppsjóvarfiski veiddur á øllum økjum varð áleið tann sama í fjør sum í 2019. Eins og avreiðingarvirðið eisini varð tað sama.
Nøgdin av svartkjafti og makreli varð nakað hægri við ávikavist 2 og 11%. Tað fekst eitt sindur meira fyri svarkjaftin og eitt sindur minni fyri makrelin. Bæði nøgd og virði á sild minkaðu um 9%.