Fólkatal
10. mar 2021
Fólkatalið er farið upp um 53 túsund

Tann 1. februar í ár var fólkatalið 53.022. Tað er vaksið við 798 fólkum ella við 1,5% í mun til somu tíð í fjør. Hetta er eitt lítið sindur lakari vøkstur enn í undanfarna 12-mánaðarskeiði, tá vøksturin var 1,7%. Av kommununum var størsti vøksturin í Tórshavnar, Klaksvíkar, Runavíkar, Eystur, Nes, Tvøroyrar og Vágs kommunum. Merkisvert er við lutfalsliga stórum fólkavøkstri í Sandoy og nú eisini í Suðuroy. Hinvegin er vøksturin uppstøðgaður í Vágum.

Fólkavøksturin er viknaður eitt lítið vet síðsta árið. Hann var síðsta 12-mánaðarskeiðið 798 fólk, samanborið við 877 undanfarna 12-mánaðarskeiðið. Munurin stendst av, at nettotilflytingin var 131 fólk færri, men hinvegin var burðaravlopið 52 fólk fleiri. Hetta sæst í talvuni niðanfyri.

t1

Nógvar umstøður eru munandi broyttar síðani fyrstu koronutilburðirnar her á landi í fjør vár. Tó er óvist, um hetta hevur havt nakra ávirkan á gongdina í fólkatalinum. Tað eru helst aðrar orsøkir til, at nettotilflytingin er minkað nakað. Hinvegin vigar ein vøkstur í burðaravlopinum nakað upp ímóti hesum, so samanumtikið vísir trendurin nøkulunda sama góða rákið í fólkavøkstrinum sum tey síðstu 7 árini.

"

Stóra tilflytingin minkar nakað – men eisini fráflytingin

Tann mest avgerandi tátturin í gongdini í føroyska fólkatalinum er flytingin millum Føroyar og útlond. Síðstu 7 árini hava vit sæð, at fleiri flyta til Føroya og færri flyta úr Føroyum. Hetta hevur givið eitt stórt og vaksandi íkast til fólkavøksturin. Hendan gongdin er broytt nakað síðsta árið. Stóra tilflytingin økist ikki longur, men er heldur minkandi. Fráflytingin heldur tó enn fram við at minka nakað, sum árini frammanundan. Samanlagt er úrslitið, at hóast nettoflytingin til Føroya nú tykist at minka nakað, er hon tó enn søguliga stór.

"

Burðaravlopið tað størsta í 16 ár – tí føðitalið er vaksandi og deyðatalið er minkað nakað

Í mun til undanfarna 12-mánaðarskeiðið var føðitalið hesar 12 mánaðirnar 1. feb. 2020 – 1. feb. 2021 eitt sindur størri og er nú tætt við 700 árliga. Tað hevur verið spakuliga vaksandi og er nú størsta talið síðstu 15-16 árini. 

Úrslitið av hesum – burðaravlopið, ið er munurin millum fødd og deyð - veksur við 52 í mun til undanfarna 12-mánaðarskeið upp í 325. Tá burðaravlopið var upp á tað minsta fyri 9 árum síðani, var tað knappliga 200 og er vaksið spakuliga síðani. Vit skulu aftur til 2004 fyri at finna eitt burðaravlop oman fyri 300.

"

Eisini fólkavøkstur í Sandoy og Suðuroy men uppstøðgað í Vágum

Verður hugt at fólkavøkstrinum úti um landið (sí talvuna niðanfyri), er hann í tali nógv størstur í Tórshavnarøkinum og Eysturoy. Lutfalsliga (prosentvíst) er vøksturin tó javnt stórur í Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Norðuroyggjum við 1,7 - 1,8%. Merkisvert er tó, at í tí nógv minna Sandoyarøkinum er lutfalsligi vøksturin tann størst við 2,1%.

Tað, sum ger stóru broytingina fyri Sandoyarøkið, er bæði ein tilflyting aðrastaðni úr Føroyum og úr útlondum. Hinvegin er onki íkast av burðaravlopinum.

Suðuroy fær heldur onki íkast av burðaravlopinum, ið tvørturímóti er negativt. Hinvegin er tað ein stór nettotilflyting úr útlondum til Suðuroy, sum ger, at fólkavøksturin í Suðuroy í fjør var tann størsti í eini tvey áratíggjur.

Í Vágum er fólkavøksturin uppstøðgaður, serliga av tí at innlendis nettoflytingin er blivin negativ.

"

Á myndini niðanfyri er fólkatalið í økjum sett til 100 pr. 1.1. 2014 fyri at vísa tann lutfalsliga vøksturin í økjunum hesi sjey árini. Her hevur størsti vøksturin verið í sonevnda miðøkinum, Tórshavnarøkinum, Eysturoy og Vágum við 10-13% – hóast fyribils er støðgað upp í Vágum.

Í næsta bólki koma Streymoyðarøkið (uttan høvuðsstaðin) og Norðoyggjar, har vøksturin hetta tíðarskeiðið hevur verið 8%.

Triði bólkurin er Sandoyarøkið og Suðuroy, sum onki hava fingið av fólkavøkstrinum hesi sjey árini – hóast tølini tað síðsta árið vísa ein ávísan vøkstur, serliga í Sandoyarøkinum.

"

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Avgerandi fyri gongdina í fólkatalinum eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting). Á myndini niðanfyri sæst, at í øllum økjunum í landinum - uttan í Vágaøkinum - er tað nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum.

Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar og Suðuroyar sýslum kemur allur vøksturin frá tilflytingini, tí at í Sandoyar sýslu er onki íkast frá burðaravlopinum og í Suðuroyar sýslu er tað eitt negativt burðaravlop, ið beinleiðis minkar um tann fólkavøksturin, sum tilflytingin gevur.

"

Kommunurnar

Verður hugt at einstøku kommununum er nógv størsti vøkstur í tali í teim størstu kommununum:

  • Tórshavnar kommunu við 365 fólkum, svarandi til 1,7%
  • Klaksvíkar kommunu við 107 fólkum, svarandi til 2,0%
  • Runavíkar kommunu við 80 fólkum, svarandi til 1,9%
  • Eysturkommunu við 63 fólkum, svarandi til 2,9%
  • Nes kommunu við 53 fólkum, svarandi til 3,9%

Av øðrum stórum og miðalstórum kommunum er stórur vøkstur í Tvøroyrar og Vágs kommunum hvør við 2,2%, og Sjóvar kommunu við 1,6%. Ein minni vøkstur er í Vága og Sunda kommunum.

Hinvegin minkar í Sørvágs kommunu við 1,1%, Fuglafjarðar kommunu við 0,9% og Vestmanna kommunu við 0,5%.

Av smærri kommunum er stórur vøkstur í Skopunar kommunu (4,8%), Kvívíkar kommunu (4,0%), Eiðis kommunu (3,0%) og Viðareiðis (2,3%), og ein minni vøkstur í Sands kommunu (1,1%).

Hinvegin minkar í Sumbiar, Kunoyar og Hvalbiar kommunum.  

"

"

Oyggjarnar: vøkstur í flestu útoyggjum

Eisini útoyggjar fáa ein part av fólkavøkstrinum: 7 fólk eru komin aftrat í Nólsoy, 4 í Kalsoy, 2 í Fugloy og 1 í Skúvoy. Óbroytt er í Svínoy, Mykinesi og Stóru Dímun. Í Koltri býr ongin longur.

"

 

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.