Fólkatal
10. jun 2020
Fólkatalið nærkast 52.500

Tann 1. mai í ár var fólkatalið 52.484 og vaks sostatt við 834 fólkum í 12-mánaðar skeiðinum 1. mai 2019 – 1. mai 2020. Tað svarar til ein vøkstur á 1,6%. Hetta kemur av einum burðaravlopið á 267, ið gevur ein triðing av fólkavøkstrinum, og eini nettotilflyting á 567, ið gevur tveir triðingar av fólkavøkstrinum.

Trendurin vísir framhaldandi vøkstur í fólkatalinum

Nú hava vit í seks ár havt ein støðugan vøkstur í fólkatalinum, tað leggjast eini 70 fólk afturat í miðal mánaðarliga. Nú bæði mars og apríl eru taldir við, er enn  ongin ábending um nakra broyting í hesi gongdini, sum eisini sæst av myndini niðanfyri.

"

Nettoflytingin økir um fólkatalið við næstan 50 fólkum mánaðarliga

Tað eru fýra tættir, sum ávirka gongdina í fólkatalinum. Tað er tilflytingin og fráflytingin, umframt talið av føddum og deyðum.

Trendurin vísir, at fráflytingin fór at minka í seinnu hálvu í 2011, men síðani 2015 hevur hon ligið um 100 fólk mánaðarliga. Tilflytingin hinvegin er vaksin rættiliga støðugt síðani 2011 úr eini 100 fólkum upp til eini 145 mánaðarliga. Síðani 2018 hevur hon ligið um 150.

Tilflytingin er soleiðis gingin frá fráflytingini seinnu árini, og ískoytið til fólkavøksturin frá nettoflytingini – tað er gloppið millum tilflyting og fráflyting - er nú gott 45-50 fólk mánaðarliga.

Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa trendin ella gongdina í tilflytingini og fráflytingini. Kámu strikurnar vísa upptaldu til- og fráflytingina mánað fyri mánað.

"

Burðaravlopið økir um fólkatalið við 20-25 fólkum mánaðarliga

Trendurin vísir, at talið av føddum børnum hevur ligið støðugt um 50 mánaðarliga nógvu seinastu árini, men síðstu fimm árini gevur hann eina ábending um eitt barnatal um 55 børn mánaðarliga. Tað svarar til eitt føðital, ið er um 660 árliga.

Talið av deyðum hevur ligið í fastari legu hesi seinastu árini og er um 30-35 mánaðarliga.

Ískoytið til fólkavøksturin frá burðaravlopinum (tað er munurin millum fødd og deyð), telur tí 20-25 fólk mánaðarliga. Grovaru strikurnar í myndini niðanfyri vísa rákið í føðitalinum og í deyðatalinum.

"

Vøkstur í øllum høvuðsøkjum uttan í Suðuroy

Landafrøðiliga var fólkavøkstur í øllum høvuðsøkjum uttan í Suðuroy. Nógv størsti vøksturin var í Tórshavnarøkinum við 449 fólkum og síðani í Eysturoy við 178 fólkum.

Eisini lutfalsliga var størsti vøksturin í Tórshavnarøkinum við 2,3%. Av høvuðsøkjum er tað einans tað Suðuroy, ið ikki hevur nakran vøkstur og tí framhaldandi dragnar longur afturúr í mun til hini økini í landinum. Restin av økjunum liggja millum 1,1% og 1,6%.

"

Tórshavnarøkið tekur meir enn helvtina av øllum fólkavøkstrinum

Tað búgva 39% av øllum fólkinum í Føroyum í Tórshavnarøkinum, men vøksturin her var 449 fólk, svarandi til 54% av øllum fólkavøkstrinum í landinum

Í Eysturoy búgva 23% av fólkinum í Føroyum. Vøksturin har á 178 fólk svarar til 21% av fólkavøkstrinum fyri alt landið. Í Norðoyggjum búgva 12% av fólkinum - teirra partur av fólkavøkstrinum er nakað minni og svarar til 10%.

Í Streymoyarøkinum annars búgva 9% av fólkinum, og teirra partur av fólkavøkstrinum er 6-7%. Í Vágum búgva stívliga 6% av fólkinum, og teirra partur av vøkstrinum var neyvt tann sami. Í Sandoy búgva stívliga 2% av fólkinum, og teirra partur av fólkvøkstrinum var nakað tað sama. Í Suðuroy býr ein minkandi partur av fólkinum, nú beint undir um 9%, og henda gongdin tykist bara at halda fram.

"

Ymiska íkastið til fólkavøksturin frá tilflyting og burðaravlopi

Tveir tættir gera av, hvussu gongdin er í fólkatalinum. Tað eru burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð)og nettoflytingin (munurin millum tilflyting og fráflyting).  Á myndini niðanfyri sæst, at tað er nettoflytingin, sum ger størstan mun í fólkavøkstrinum í øllum økjum í landinum. Men her sæst eisini týðiliga, at í Sandoyar sýslu er tað ikki flytingin, sum er trupulleikin, men manglandi burðaravlop, t.v.s. at tað eru fleiri sum doyggja, enn børn ið verða fødd. Í Suðuroy er tilflytingin so lítil, at hon vigar ikki upp ímóti manglandi burðaravlopinum.

"

Kommunurnar

Verður hugt eftir einstøku kommunum er nógv størsti vøkstur í Tórshavnar kommunu við 463 fólkum, svarandi til 2,1%. Síðani í Klaksvíkar og Runavíkar kommunum við ávikavist 87 fólkum (1,7%) og 75 fólkum (1,8%).

Av miðalstóru kommununum er størsti vøkstur í Sørvágs kommunu við 47 fólkum, svarandi til 3,9%. Og nú er fólkatalið har nærum eins stórt sum í Vestmanna kommunu.

"

Lutfalsliga størsti vøksturin í Eysturoy er í Eiðis kommunu við 3,8%. Síðani 1. januar 2014 er fólkatalið í Eiðis kommunu vaksið úr 678 upp í 768.

Í Sandoyar sýslu veksur Sands kommuna við 10 fólkum, ið er 1,9%. Eisini er vøkstur í Húsavík og Skálavík, meðan Skopunar kommuna minkar.

Í Suðuroy minkar sum heild, men tó er ein lítil vøkstur í Vágs kommunu.

"

Oyggjarnar

Útoyggjarnar halda tørn, uttan Hestoy, ið nú er minkað niður í 18 fólk, og Koltur, har eingin býr longur sambært landsfólkaskránni. 8 eru komin aftrat í Nólsoy, 4 í Svínoy, 3 í Fugloy, 2 í Mykinesi og í Skúvoy og 1 í Kalsoy.

"

Dagførd og útgreinað íbúgvatøl eru at finna í hagtalsgrunninum  her.

Fólkatølini eru ein mánað afturút
Orsøkin til, at fólkatølini eru ein mánað afturút, er at seinkingar eru í skrásetingunum, serliga flytingar, har fleiri verða skrásettar eftir at uppgjørdi mánaðurin er liðugur. Fyri fáa tær flestu rættingarnar við verður bíðað ein mánað, so at uppgerðin verður so rættvísandi sum gjørligt.

Stutt um fólkatølini
Fólkatalið er øll fólk, sum eru skrásett at búgva í Føroyum sambært Landsfólkaskránni.
Hagtøl um fólkatalið fevna um øll, sum eru skrásett at búgva í Føroyum, har tey eru lýst við føðidegi, kyni, føðistaði, ríksborgaraskapi, borgarastøðu, upplýsingum um møguliga tilflyting og fráflyting, innlendis eins og millum Føroyar og útlond.

Stutt um trendin
Trendurin lýsir rákið í fólkatalinum við at reinsa fyri árstíðarfrávik og aðrar tilvildarligar broytingar í fólkatalinum.