Gjaldsjavni
21. nov 2024
Føroyar høvdu stívliga fimm milliardir í nettoogn uttanlands í 2023

Nettoskuld føroyinga uttanlands var 2,5 milliardir krónur í 2022. Hetta kemst serstakliga av, at fyritøkur tóku nøkur stór lán hetta árið. Í 2023 er nettoognin komin upp á 5,1 milliard krónur. Hetta er ein vøkstur í nettoognini uppá 7,6 milliardir krónur. Ein orsøk til stóru broytingina er, at virði á virðisbrævaognunum uttanlands vóru lág í 2022, men hækkaðu aftur í 2023. Samstundis minkaði virðið á virðisbrævognunum hjá útlendingum í føroyskum fyritøkum.
[px-graph-1]
Allir geirar hava økt um nettoogn teirra. Fíggjar- og tryggingarfyritøkurnar hava økt um nettoognina við eini knappari milliard krónum, tí ognin er vaksin, og skuldin er minkað. Vinnufyritøkurnar hava seinastu árini havt eina nettoskuld til útlandið á umleið 15 milliardir krónur í miðal. Tó nakað hægri í 2022, tí fyritøkurnar tóku nøkur stór lán hetta árið. Skuldin er tó minkað nógv aftur í 2023.
Tað almenna hevur vaksið um sínar ognir uttanlands við hálvaaðrari milliard krónum. Uttanlandaskuldin er vaksin við kvartari milliard, sostatt er nettoognin vaksin góðar 1,2 milliardir krónur.
[px-graph-2]
Meira enn helvtin av ogn føroyinga uttanlands er í virðisbrøvum. Rentan á lánsbrøvum hevu verið lág seinastu árini, og tað sæst aftur í, at lánsbrævaognirnar eru minkaðar við nærum seks milliardum krónum frá 2020 til 2022. Lánsbrævaognirnar eru vaksnar aftur við eini góðari milliard krónum frá 2022 til 2023.
Umleið helvtin av uttanlandaskuldini stavar frá íløgum hjá útlendingum í føroysk partabrøv. Henda skuldin er vaksin nógv øll árini fram til 2022. Tó skal sigast, at vøksturin í høvuðsheitum stavar frá virðisbroytingum og ikki fleiri útlendskum íløgum í Føroyum. Virðið á partabrøvunum minkaði við nærum fýra milliardum krónum frá 2022 til 2023. Lániskuldin vaks upp í 7,4 milliardir krónur eftir fíggjarkreppuna. Skuldin lækkaði frá 2010 fram 2018. Ein lítil vøkstur var í skuldini frá 2018 fram til 2021, men seinastu tvey árini er skuldin vaksin úr 5,4 milliardir krónur í 9,1 milliard krónur.
[px-graph-3]
Ogn og skuld uttanlands
Uppgerð av ogn og skuld lýsir, hvat føroyingar eiga og skylda uttanlands. Nettoognin er munurin ímillum ogn og skuld. Er nettoognin positiv, merkir hetta, at tað er umheimurin, ið hevur skuld til Føroya. Uppgerðin lýsir fíggjarstøðuna hjá Føroyum í mun til umheimin við ársenda á hvørjum ári. Uppgerðin er býtt á geirar og fíggjarslag. Geirarnir eru ikki-fíggjarlig feløg, fíggjarlig feløg, almenn fyrisiting og tænasta og húsarhald. Tey fíggjarsløgini, ið tilsamans mynda uppgerðina av ogn og skuld, eru millum annað beinleiðis íløgur, partabrøv, lánsbrøv, innlán og útlán.
Endurskoðað uppgerð
Í samband við hesa útgávu, hevur Hagstovan endurskoðað uppgerðina av ogn og skuld. Hagstovan hevur eisini endurmett og dagført hagfrøðiligu viðgerðina av uppgerðini av ogn og skuld eftir leiðreglunum í altjóða handbókum. Hagstovan savnar upplýsingar inn frá størstu fyritøkunum og stovnunum. Upplýsingarnir frá stovnum og fyritøkum verða valideraðir upp móti øðrum keldum og upplýsingum, Hagstovan hevur frá skráum hjá TAKS. Um ein stovnur ella fyritøka ikki hevur latið upplýsingar inn, verður eitt roknað tal sett fyri ogn og skuld hjá fyritøkuni ella stovninum.