Útflutningur av vørum
15. okt 2024
Fiskavøruútflutningurin minkaður 820 milliónir krónur

Samlað var útflutt fyri 11,9 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá september 2023 til august 2024. Tað er ein góð milliard krónur minni enn undanfarna skeið.

Útflutningurin fyri august er nú gjørdur upp, og í talvunum niðanfyri ber til at síggja útflutningin tíðarskeiðið september 2023 til august 2024 samanborið við undanfarna tíðarskeiðið.

Fiskavøruútflutningurin er minkaður 819,7 milliónir krónur, ella nærum 8 prosent. Útflutningurin av laksi, toski og fóðri gongur fram, meðan útflutningurin av øðrum fiskasløgum gongur aftur. Minkingin í bólkinum "Ikki fiskur" stavar fyri tað mesta frá minni útflutningi av brennievni og skipum. 

Útflutningurin av laksi er vaksin 587,6 milliónir krónur. Virðið er vaksið við næstan 11 prosentum og nøgdin er vaksin góð 17 prosent.

[px-graph-1]

 

[px-graph-2]

 

Myndin niðanfyri vísir útflutningin skiftan á ISSCFC fiskavørur. Tað hevur seinastu árini verið ein vøkstur í útflutninginum av fiskamjøli, fóðri og lýsi. Sum talvurnar omanfyri vísa, er útflutningurin av fiskamjøli og lýsi minkaður 591 milliónir krónur seinasta árið. 

[px-graph-3]

Uppsetanin av talvunum fyri innflutning og útflutning eru broyttar. Eitt nú kann bæði inn- og útflutningur veljast í øllum talvum. Somuleiðis kann bæði virði og nøgd veljast í øllum talvum. 

Nýggja SITC talvan (UH01026) minnir um gomlu talvurnar (UH01020 og UH01021). Annars eru hesar broytingar:

  • Farið verður frá 4. útgávu av BEC til 5. útgávu.
  • Fyri fiskavørur brúka vit ISSCFC flokkingina hjá FAO.
  • Fiskasløgini fylgja flokkingini MCS (Main Commercial Species) hjá The European Market Observatory for fisheries and aquaculture products (EUMOFA), sum ES nevndin hevur sett á stovn. Harumframt ber í hesi talvu til at síggja, hvussu fiskurin er viðgjørdur og hagreiddur.

Í ISSCFC eru nógvar vørur og tískil ber til at leita tær vørur fram, brúk er fyri. Leitast kann eftir kotum og teksti.

Í løtuni er alt ikki umsett til føroyskt. Haldið okkum til góðar. Í ISSCFC talvuni ber til at leita á enskum. Ætlanin er, at alt við tíðini verður umsett til føroyskt.

PX Web Graph News