Motorakfør
02. Mai 2021
Akførini eru meir enn dupult so nógv sum við aldarskiftið, men ferðsluóhappini eru fækkað niður í ein triðing
19-túsund akfør vóru ár 2000 - nú er tey stívliga 40-túsund
Frá 1. jan. 2000 til 1. jan. 2021 er talið av skrásettum motorakførum vaksið úr sløkum 19-túsund upp um 40-túsund. Tað eru stívliga 21-túsund fleiri. Av hesum er talið av persónbilum vaksið við sløkum 13-túsund. Sjálvt um fólkatalið eisini er vaksið munandi, so er vøksturin í talið av akførum tó enn størri, tí í 2000 vóru tað yvir trý fólk uppá hvønn persónbil, meðan tað nú í 2021 vóru tvey fólk uppá bilin. Roknað vit bara fólk frá 18 árum og eldri, vóru tað 2,3 uppá bilin í 2000, samanboðið við 1,5 í 2021.
Ferðuóhappini fækkað niður í ein triðing
Fyrst í hesari øldini var talið av ferðsluóhappum eini 1200 -1300 árliga, men tey eru síðani fækkað støðugt niður í 410 í 2020. Hetta vísa yvirlit hjá løgregluni.
Fólkaskaðar í ferðsluni eru eisini fækkaðir nógv og somuleiðis talið av ákærdum fyri rúsdrekkakoyring.
Talið av fólkaskaðum í ferðsluni lá millum 60 og 70 árliga mitt í 00-unum fram til 2008, men so kom eitt stórt fall niður móti eini 30 í 2010 og hevur síðani tá verið millum 25 og 30.
Ongin lat lív í ferðsluvanlukku í 2020, í 2019 var tað ein persónur. Í 2018 var tað heldur ongin, og var tað tá fleiri enn 50 ár síðani, at hetta hendi. Seinastu 5 árini (2016-2020) eru 6 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum. Tey 5 árini frammanundan (2011-15) vóru tað 15 fólk, sum lótu lív í ferðsluni.
Talið av teimum, sum eru ákærd fyri rúsdekkakoyring, er eisini minkað. Átta tey fyrstu árini í nullunum lá talið av ákærdum fyri rúsdrekkakoyring millum 150 og 200 árliga. Men í 2009 varð markið fyri rúsdrekkakoyring sett niður úr 0,5 til 0,2 promillu. Hetta sæst aftur í tølunum, tí talið av ákærdum minkaði niður í eini 100 um árið. Eftir metlág tøl í 2017 og 18 hækkað talið nakað aftur í 2019 og upp í 134 í 2020.
Talið av motorakførum vaksið við 1.000 hvørt ár síðani 2000
Líka síðan aldarskiftið er talið av skrásettum motorakførum vaksið við eini túsund árliga. Eitt lítið fall var undir fíggjarkreppuni 2009-11, men er síðan aftur vaksið við somu ferð.
Í 2000 vóru tað 3,2 fólk fyri hvønn persónbilin. Í 2021 er bilatalið økt so nógv, at nú eru tað 2 fólk fyri hvønn bilin. Rokna vit bert við teimum, sum er 18 ár og eldri, so var talið 2,3 í ár 2000 og nú 1,5 í ár 2021.
Í talvuni niðanfyri sæst, at hesin vøkstur er í øllum sløgum av akførum – uttan einum: í 2000 vóru 92 hýruvognar, í 2018 vóru teir 109, men síðani er stór minking, til 69 í 2020 og heilt niður í 43 í 2021. Tað vísa tøl frá Akstovuni.
Útgreinað hagtøl eru í Hagtalsgrunninum. Um ferðsluna o.a. er meir at lesa á heimasíðuni hjá Løgregluni og Ráðnum fyri ferðslutrygd. Um talið av akførum, greinað sundur á slag av akførum v.m. er meir at lesa á heimasíðuni hjá Akstovuni.