Arbeiðsfjøld
24. jan 2023
Trítúsund fólk aftrat í føroysku arbeiðsfjøldina seinastu fimm árini

Av teimum knapt 38.700 fólkunum í Føroyum í aldrinum 15 til 74 ár eru sløk 32.900 í arbeiðsfjøldini. Uttan fyri vinnu eru gott 5.800.

Vinnutíttleikin, ið er arbeiðsfjøldin í prosent av fólkatalinum, er 84,9% fyri bæði kyn. Vinnutíttleikin hjá monnum er 86,7% og hjá kvinnum eitt vet minni við 83,0%.

T2

Síðstu fimm árini er føroyska arbeiðsfjøldin vaksin við áleið 3.000 fólkum. Tað svarar til ein vøkstur upp á 10%. Vøksturin í fólkatalinum í sama aldursbólki hetta tíðarskeiðið var 2.800 fólk, ið svarar til til 8%.

Vøksturin er eitt sindur størri hjá monnum enn hjá kvinnum. Vinnutíttleikin hjá monnum er øktur úr 84,4% upp í 86,7% og hjá kvinnum úr 81,9% upp í 83,0%.

M1

 

Áleið sami vinnutíttleiki í øllum meginøkinum, nakað lægri í suðurøkinum

Vinnutíttleikin er nakað tann sami í ymisku pørtunum av meginøkinum, sum er Norðoya, Eysturoyar, Streymoyar og Vága øki. Vinnutíttleikin er nakað væl lægri í suðurøkinum, sum er Sandoyarøkið og Suðuroy. Størsti vinnutíttleikin er í Suðurstreymoyar og Eysturoyar øki við knapt 87%. Vinnutíttleikin er eitt vet minni í Norðoya, Norðstreymoyar og Vága øki við umleið 84%. Síðan er eitt glopp aftur til Sandoyar og Suðuroyarøki við umleið 78%.

Størsti lutfalsligi vøksturin síðstu 5 árini er í Eysturoyar, Vága og Suðurstreymoyar øki. Í Sandoyar øki og Suðuroy er vinnutíttleikin minkaður.

T2

Verður hugt eftir muninum millum kynini, er vinnutíttleikin nærum javnstórur í Vága, Norðstreymoyar og Sandoyarøkinum, meðan vinnutíttleikin er nakað væl størri hjá mannfólkum enn konufólkum serliga í Norðoya, Eysturoyar og Suðuroyarøkinum.

M2

Um arbeiðsfjøldarteljingina

Í arbeiðsfjøldini eru øll vinnuliga virkin, so sum løntakarar, sjálvstøðugt vinnurekandi og arbeiðsgevarar, arbeiðsleys, ið eru tøk at átaka sær arbeiði, og fólk, sum ólønt hjálpa til í familjufyritøku. Uttan fyri vinnu eru m.a. ungfólk, ið eru undir útbúgving burturav og ikki hava nakað lønandi arbeiði, fólk sum av sjúku, skerdum førleika ella øðrum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, ella fólk, ið eru farin av arbeiðsmarknaðinum, m.a. av aldri ella øðrum orsøkum.

Arbeiðsfjøldarhagtølini eru gjørd í samsvari við ásetingum frá altjóða arbeiðsstovninum ILO undir ST. Hetta tryggjar, at føroysku hagtølini kunnu samanberast beinleiðis við samsvarandi hagtøl úr øðrum londum.

Arbeiðsfjøldin er gjørd upp við fullari teljing burtur úr almennum skráum, so sum landsfólkaskránni, samtíðarskattaskipanini, skattaendaskránni, mvg-skránni, arbeiðsloysisskipanini, og veitingar- og studningsskráum í almanna- og undirvísingarverkinum.

Haraftrat er ein spurnarkanning á umleið 1.000 stakroyndir gjørd millum teirra, ið ikki vóru at finna í almennu skráunum. Teljingin og spurnarkanningin fevnir um fastbúgvandi føroyingar í aldrinum 15-74 ár. Øll, ið høvdu meira enn 1 tíma vinnuligt arbeiði í kanningartíðarskeiðinum eina viku í november, verða flokkað sum arbeiðsvirkin, eisini um arbeiðið var ólønt. Tey sum einki arbeiði hava, verða bert flokkað sum arbeiðsleys, um tey eru virkin at leita sær arbeiði og eru til reiðar at byrja at arbeiða innan fyri 2 vikur. Tey, sum hvørki hava arbeiði ella eru arbeiðsleys, verða flokkað sum vinnuliga óvirkin.