Innflutningur av vørum
16. mar 2021
Innfluttu fyri 8 mia. krónur
Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum (feb. 20 - jan. 21) var 8 mia. kr. Tað er 400 mió. kr. minni enn undanfarna skeið.

Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin seinasta 12-mánaðarskeið samanborið við undanfarna skeið.
Innflutningurin av skipum er minkaður 400 mió. kr., og vit hava eisini brúkt útvið 400 mió. kr. minni upp á brennievni, serliga vegna lægri prís á brennievni.
Fyri flestu av hinum vørubólkunum er innflutningurin vaksin ella stendur í stað.
[px-graph-1]