BTÚ og høvuðstøl
24. feb 2021
Bruttotjóðarúrtøkan í ársins prísum vaks 8,2 prosent í 2019

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum var stívliga 20,9 milliardir krónur í 2019. Tað eru útvið 1,6 milliardir krónur meira enn í 2018. Vøkstur var innan flestu vinnur, tó stavaði meira enn helmingurin av vøkstrinum frá fiskiveiðu, fiskaaling og virking av fiskavørum, sum í mestan mun framleiða vørur til útlendskar marknaðir.

Bruttotjóðarúrtøkan í marknaðarprísum verður gjørd upp sum virðisøkingin í øllum vinnugreinum samanlagt og við at leggja meirvirðisgjald og aðrar vøruskattir afturat hesum. Talvan niðanfyri vísir virðisøkingina í ársins prísum, skift á vinnugreinabólkar árini 2016 til 2019.

t1

Meira enn helmingurin av vøkstrinum í virðisøkingini í 2019 stavar frá tilfeingisvinnum og virking av vørum úr hesum vinnum. Fyri hesar vinnur var virðisøkingin í 2019 tilsamans 5,1 mia. kr., sum er umleið 28% av samlaðu virðisøkingini. Sæð í mun til 2018 var talan um vøkstur á 799 mió. kr. Fyri hesar vinnur var tó 2018 eitt serligt ár, tá virðisøkingin var nærum hálva milliard minni í mun til 2017. Ein høvuðsorsøkin til minkingina í 2018 var ein samanseting av lægri prísi og nøgdum av útfluttum laksi, umframt øktar útreiðslur í samband við støðugt vaksandi lúsatrupulleikan í 2017 og 2018.

t2

Í vinnugreinini annar ídnaður, ið m.a. fevnir um skipasmíð og framleiðslu av metalvørum, pakningi og aðrari útgerð til m.a. fiskiveiðu og alivinnu, er virðisøkingin eisini vaksin lutfalsliga nógv seinastu árini. Í 2019 var vøksturin í hesum vinnugreinabólkinum 110 mió. kr. og 17% í mun til 2018. Í byggivinnuni var vøksturin í 2019 5,3%, sum er væl minni enn miðalvøksturin fyri árini 2013 til 2018 á umleið 14%. Í 2019 var vøksturin í virðisøking í almennari fyrisiting og tænastu 222 mió. kr. og 6,1%, ið er størsti árligi vøkstur síðan fíggjarkreppuna. Í øðrum tænastuvinnum vaks virðisøkingin 3,2% í 2019. Her stavar vøksturin serliga frá smá- og heilsølu, gistihús og matstovum, umframt flutningi og goymsluvirksemi.

Myndin niðanfyri vísir vakstrarískoytið fyri hesar yvirskipaðu vinnubólkarnar árini 2012 til 2019. Myndin vísir, hvussu stóra ávirkan ymsu broytingarnar í serliga tilfeingisvinnunum hava á samlaðu árligu broytingina í virðisøking.

m1

 

Góðskumenning av nýggjari keldu - tjóðarroknskapurin fyri 2018 er tí tillagaður

Tjóðarroknskapurin byggir á eina røð av ymsum keldum, ið m.a. fevna um umsitingarligar skráir og roknskapartilfar fyri fyritøkur og almennar stovnar. Ein av høvuðskeldunum eru ársfrásagnir og skattaroknskapir, ið vanligar privatar fyritøkur á hvørjum ári lata Skráseting Føroya og Taks.

Á vári 2017 fingu fyritøkur, ið hava roknskaparskyldu, boð frá Taks og Skráseting Føroya um, at ársfrásøgn og skattaroknskapur skuldu, umframt vanliga innlating í pdf-sniði, eisini latast í talgildum XBRL-sniði.

Hagstova Føroya setti sær í 2019 fyri, at framleiðsla av tjóðarroknskapi og vinnubúskaparhagtølunum fyri 2018 skuldu taka støði í nýggju talgildu kelduni. Tá talan er um nýggja og ótroytta keldu er týðandi at tryggja góðskuna. Nógv orka er løgd í at koma runt í hesi umfatandi kelduni. Í tí arbeiðinum hevur Hagstova Føroya staðfest ymsar feilir í XBRL-upplýsingum, og tørvur hevur tí verið á at fáa rættað upplýsingar. Hetta er partvís gjørt við støði í samanberingum við pdf-útgávu fyri sama roknskap, umframt at broytingar eru gjørdar við støði í generellum reglum til rætting av nógvum roknskapum undir einum.

Tjóðarroknskapurin fyri 2018 varð framleiddur við m.a. støði í hesi nýggju kelduni, umframt uppgerðin av 2019, ið júst er almannakunngjørd. Í tilgongdini at framleiða 2019 er Hagstova Føroya komin fram á feilir í roknskapartølum fyri 2018 í talgildu kelduni, ið neyðugt hevur verið at rætta til hesa útgávuna. Tí er fyrsta útgávan av 2018, ið kom út í september í fjør, broytt til hesa útgávuna.

Í høvuðsheitum eru rættingar gjørdar fyri ávísar útreiðslupostar. Tað merkir, at samlaðu útreiðslurnar á umleið 22,2 milliardir krónur fyri úrvaldu populatiónina úr vinnuroknskaparkelduni til fyrstu útgávuna av 2018 eru hækkaðar við umleið 300 milliónum krónum til aðru útgávu av 2018. Henda broytingin ávirkar upprokning av ikki tøkum roknskapum, so samlað verður BTÚ fyri 2018 við aðru útgávu lækkað 414 mió. kr.